Skálafólk nýggjan dagstovn

Dagstovnurin, sum verður bygdur á Skála, er nú komin so mikið væl áleiðis, at hann varð reistur seinasta fríggjadag, og seinni í ár stendur stovnurin liðugur

Dagstovnur

 

Fríggjadagin varð dagstovnurin, sum Búsetur byggir á Skála fyri Runavíkar kommunu, reistur.

Fleiri arbeiðstakarar eru við í verkætlanini, sum Búsetur stendur fyri. Tað er eisini Búsetur, sum hevur gjørt verkætlanina og hevur tillagað hana eftir ynskjum frá Runavíkar kommunu.

 

Liðugur í ár

Nú dagstovnurin er innilokaður, verða vindeyguni sett í, eins og bygningurin verður gjørdur liðugur uttan.

Alt el-og hvs-arbeiði verður eisini gjørt liðugt, eins og skilaveggir verða settir upp.

Sagt verður á Skála, at arbeiði hevur gingið væl, og ætlandi stendur nýggi dagstovnurin liðugur seinni í hesum árinum.

Bygningurin er 750 fermetrar í einum plani, og pláss verður fyri 60 børnum í vøggustovu og barnagarði.

 

Arbeiðstakarar

Tað er Búsetur, sum stendur fyri øllum arbeiðnum og ger timburarbeiði, men fleiri ymiskir arbeiðstarkar eru í verkætlanini.

Zacharias Leitisstein ger hvs-arbeiði, og LM Electric ger el-arbeiði. JHR-entreprenørar gera alt kloakkarbeiði, bæði inni og úti, meðan Stoyp ger alt betongarbeiði.

Runavíkar kommuna stóð sjálv fyri planeringini av økinum, har nýggi stovnurin verður bygdur.