Nú hann liggur tráður av landsynningi, eru tey í skúladeplinum í Hovi rættiliga illa plágað av leka. Hans Ole Laursen, skúlastjóri, sigur, at tað lekur inn nógva staðni í skúlanum, tí tað vísir seg, at klædningurin er ikki tættur.
Tað skilst á starvsfólki, at tað er serliga ringt á lærarastovuni, men eisini í fleiri flokshølum lekur inn.
Tað er inn ígjøgnum veggir og serliga rundanum vindeyguni, at tað lekur illa og tí ber illa til at seta spannir undir lekan, men tey royna sum best at turka við tvøgum.
Tað hevur ljóðað, at tað lekur so illa, at næmingarnir verða sendir heim í dag, men tað avsannar skúlastjórin.
- Tað eru slett ikki trupulleikar av hasum slagnum, sum vit hava.
Hann leggur afturat, at tey taka myndir av teimum trupulleikunum, sum vísa seg fyri at skjalfesta teir og tað hava tey eisini gjørt av lekunum í dag.
Tilfarið verður so sent Landsverki til kunningar.
Á myndini sæst, at hylur er á gólvinum í Lærarastovuni, men tað flýtur eisini í vindeygakarmunum