Skúladepilin í Suðuroy boðin út í summar

Arbeiðið at fyrireika skúladepilin í Hovi gongur sum ætlað og í summar verður arbeiðið boðið út at byggja skúlan


 Skúladepil
 

Nú nærkast dagurin, tá ið nýggi skúladepilin í Suðuroy verður boðin út.
Kristian Rasmussen á Landsverki sigur, at arbeiðið gongur sum ætlað og í løtuni sita arkitektar og ráðgevandi verkfrøðingar og projektera av fullari kraft.
Annars verður í løtuni arbeitt við at grava grundstykkið út og at gera tað byggibúgvið.
Tað arbeiði er komið væl áleiðis.
Ætlanin var at bjóða skúlan út, soleiðis, at tey ymsu arbeiðsøkini verða bjóðað út  hvør sær. Sostatt var ætlanin at bjóða tær berandi konstruktiónirnar út nú fyri summarferiuna.
- Endamálið við tí er at vinna tíð, tí so kundi arbeiðið byrjað beinanvegin. Men tað er eisini greitt, at tað fer helst at gera arbeiðið eitt sindur dýrari, sigur verkfrøðingurin hjá Landsverki.
Men tað vísti seg, at tíðin strekti ikki til, so ætlanin at bjóða fyrsta partin av arbeiðnum út fyri summarferiuna,  mátti sleppast.
- Nú tað ikki eydnaðist at bjóða tær berandi konstruktiónirnar út kortini, verður umhugsað at broyta ætlanina og at bjóða alla byggingina út í einum.
Tað kostar eitt sindur av tíð, men so ger tað tað eisini byggingina eitt sindur bíligari.
- Tá ið tað ikki eydnaðist at bjóða berandi konstruktiónirnar út undir einum, er tað ein spurningur um tað er nøkur tíð at vinna við at halda fast um ætlanina. Tí umhugsa vit um vit ikki skulu brúka neyðugu tíðina til at fyrireika tað so at allur skúlan kann bjóðast út undir einum.
Kristian Rasmussen sigur, at undir øllum umstøðum er ætlanin at bjóða arbeiðið út áðrenn summarið er liðugt, um hann so verður bjóðaður út í einum ella í smáum.
Hann sigur, at tað framvegis liggur í kortunum, at skúlin skal vera liðugur  við ársskiftið 2007-2008.
- Men so skal byggingin ganga væl og tað skal arbeiðast dúgliga, leggur hann afturat.