Kappingin, sum er í KÍ-høllini, var hálvrunnin, tá vit frættu úr høllini. Nógv prát og nógv git var millum manningarnar, ið er millum heilar 17 bátar, og sum manna 24 bólkarnar til kappingina.
Onkur mælskur reiðari var eisini millum áskoðarnar.
- Eg eri hjálparvenjari, tók hann til við einum smíli. Men hann gekk høgt uppí uppgávuna, og lat teir vita av, tá ið teir ikki skutu upp á mál, sum hann beyð.
Tá ið dyrturin vað liðugur, gav hann av grovfílini:
- Tit eru góðir, men tit orka ov illa at renna!
- OK, var ein av manningini skjótur at svara aftur - gev okkum so eitt renniband á brúnna!
Og so var alt látur og gott lag.
Hetta er 10. árið, at skipað verður fyri slíkari innandura fótbóltskapping millum jólana. Polarhav, Sundaberg, Norðborg og Jákup B. eru komnir víðari.
Úrslitið á kappingini var hetta:
1 Skálaberg
2 Sundaberg
3 Jákup B
4 Norðborg
Orð & myndir: Dávur Winther