Skálaberg offur fyri hevnissøku

- Hetta er hevnissøka fyri russiska trolaran, sum liggur í Føroyum. Stutt og greitt. Tað sigur Hansus Hansen, stjóri í JFK Trol og samstundis reiðari á Skálaberg. Í morgun varð rættarfundurin í Murmansk tikin upp aftur, og nú er ákæran víðkað til ikki bara at vera vend móti skipinum, men eisini reiðarínum.

Hanus Hansen sigur, at ákærin í morgun brúkti nógva tíð at tosa um russiska trolaran Ros, sum hevur ligið á Kolafirði síðan mai 2008.

Hanus Hansen heldur alt vera langt úti.

Hanus Hansen, sum hevur verið eina viku nú í Murmansk, hevur havt sítt strí við at sleppa umborð, men tað eydnaðist umsíðir.

Ætlan hansara er at lata menninar, sum eru umborð, sleppa heim nú, men onkur vil sjálvboðin vera verandi. Samstundis roynir hann at fáa aðrar menn úr Føroyum yvir til Skálaberg, men tað tekur sína tíð at fáa visum.

Sjálvur ætlan hann at vera verandi í Murmansk, til málið er avgreitt, men hann kann vera noyddur at fara heim, um visum hansara ikki verður longt.