Mikukvøldið kom Skálaberg aftur á Klaksvík við knøppum 1000 tonsum av skráskornum kongafiski. Í løtuni liggur hann á Kósini og leggur veiðuna upp. Arbeiðið gongur skjótt og væl, siga landararnir, sum fríggjamorgunun høvdu fingið umleið helvtina av lastini í land. Kongafiskurin verður útfluttur til Japan og Kina, har prísurin plagar at vera heilt hampiligur. Hanus Hansen, reiðari, hevur ikki tey heilt neyvu tølini enn, men sigur, at prísurin eru betri, enn hann var í fjør. Skálaberg fór í Irmingarhavið 10. mei, og burtursæð frá onkrum smávegis trupulleikum við spælinum, hevur alt riggað, sum tað skal. Steðgurin heima verður stuttur hesuferð. Eftir ætlan fer Skálaberg longu avstað aftur 27. juli. - Vit kundu sjálvandi allir hugsað okkum at verið heima á Ólavsøku, men vit hava tíverri ikki tíð at bíða longur, sigur Hanus, sum sjálvur verður við ein part av næsta túri, tá leiðin gongur í Barentshavið eftir toski.