Skúlabarnatenn í fokus

Skúlarenningardagurin í skúlunum í Havnar kommunu, sum verður fríggjadagin 7. oktober, verður í ár eitt sindur øðrvísi enn undanfarin ár.
Fyri at seta fokus á tenn, sunnan mat og drekkivanar hevur Barnatannarøktin í Tórshavnar kommunu bjóðað sær til at koma út í skúlarnar við frískari frukt, vatnfløskum og tannkremi.
Øll starvsfólkini í Barnatannarøktini eru við í tiltakinum, og tí er Tannlæknastovan stongd henda dagin.