Skúlabarnaflutningur við SL

Hugdi at degi og viku fríggjakvøldið 14.06.2002, eg bleiv ikki sørt bilsin at síggja og hoyra lærara greiða frá, at hann og hansara skúlaflokkur ikki kundu verða flutt frá Tórshavn og til tað pláss, sum tey høvdu ætlanir um at fara at ferðast.

Grundin til hetta var, at SL ikki hevði nokk av bussum at flyta hesi umleið 40 fólkini við. Grundgevingin var, at ruturnar vóru privatiseraðar og SL ikki fór at leggja pening til fyri hesi fólk. Nú kundi ein kanska spurt, hvat skuldu hesi fólka gjalda fyri ferðina og hvussu nógv noyddist so SL at gjalda fyri at flyta hesi fólk? Nei, Poul Jákup Thomsen, hetta eigur tú, sum settur fólkaflutningsleiðari hjá SL, at taka fulla ábyrgd av, og hetta er eisini uttanfyri alt mark ein flutningsfyritøka sum SL kann bjóða fólki, ella havi eg misskilt okkurt, er tað ikki flutningur av ferðafólki tú arbeiðir við hjá SL?
At umbera seg við at ruturnar eru privatiseraðar, átti ikki at komið frá Poul Jákup Thomsen, sum sjálvur hevur havt alla útbjóðing hjá SL um hendi, og góðtikið og undirskrivað allar sáttmálarnar við teir, sum nú røkja hesar rutur. Í hesum føri er tað ikki teir sum koyra, men teir sum leiða arbeiði hjá SL, sum eiga at taka fulla ábyrgd av hesum óskili.
Eisini kann eg leggja afturat her, at í útbjóðingartilfarinum, sum Poul Jákup Thomsen greiddi frá á Hotel Hafnia 11. september 2001, stendur: Útbjóðingartilfar felagstreytir: síðu 5.
Viðmerkjast skal, at útbjóðingin umfatar skúlabarnaflutning, koyring av ítróttarfólki o.a. í tann mun hetta er innan vanligu ferðaætlanina. Í sama útbjóðingartilfari er gjørt yvirlit yvir ferðafólk, sum hava ferðast á øllum leiðum hjá SL ár 2000, at koma í Dag og Viku, og fáa fólk at halda, at grundin til hetta óskil er at ruturnar eru privatiseraðar, er heilt burtur við.