Listaleypurin, ið bjóðar list til skúlabørn í Føroyum, hevur í hesum døgum vitjan av tveimum listafólkum úr Hollandi. Tað eru tær báðar Floortje Zonneveldt, myndlistakvinna, og Eva Bullens, installatiónskvinna, ið arbeiða saman við skúlabørnum og vitja ymiskar skúlar í Føroyum í nakrar vikur í februar 2017.
Seinastu dagarnar hava børn úr Frískúlanum í Havn fingið møguleika at arbeiða í Norðurlandahúsinum og prýða klingruna við ljóslist.
Framsýningin opnar í morgin 3.februar og høvi er at síggja framsýninga fram til 6.februar, eitt nú ísamband við Vetraljós, ið bjóðar list og livandi tónleiki á ymsum spennandi støðum í Tórshavn. Les meira og sí skránna her