Í tveir mánaðir hava teir 13 næmingarnir í 1.-3. flokki í skúlanum á Fossánesi samlað 371 kaffiposar, sum teir nú hava latið kvinnuheiminum Jimmia í Nakuru í Kenja.
Tað eru Mia og James Kagotho, sum hava sett kvinnuheimið Jimmia á stovn. Kvinnuheimið bjóðar hjálp og friðskjól til kvinnur, sum eru útsettar fyri likamligum og sálarligum harðskapi. Hetta verður millum annað gjørt við kreativum arbeiði, har kvinnurnar eggja og stuðla hvørji aðrari í tilgongdini.
-Kaffiposarnir, sum vit hava fingið frá børnunum í Fossánesi, fara vit at nýta til kreativa virksemi í Jimmia. Kvinnurnar endurnýta kaffiposarnar og gera taskur og pengamappur úr teimum. Síðani selja vit tað sum evnað er, og peningurin fer til arbeiði hjá Jimmia. Hjá okkum hevur tað týdning, at kvinnurnar hava nakað at takast við, so tær ikki bara sita fyri onki, sigur Mia Kagotho.
-Vit trúgva, at tað hendur ein grøðing, tá tær sita og læra eitthvørt og eru upptiknar við tí. Tá leita tankarnir ikki alla tíðina aftur til tað trauma, sum tær hava upplivað. Og so læra tær eisini okkurt, sum tær kunnu halda á fram við at gera og selja, tá tær flyta úr Jimmia, leggur hon afturat.
-Kvinnurnar kunnu fáa nógva tíð at ganga við stuðlinum frá hesum børnunum. Tað er fantastisk, hvussu børnini hava gingið uppí tað - ikki altíð er tað neyðugt við pengum, sigur hon.
Í november fingu vit fult kuffert av tógvi úr Føroyum og fingu gjørt nógvar flottar taskur og pungar, sigur Mia Kagotho, og hon leggur afturat, at tey taka fegin í móti tógvi og toyi at seyma klæði úr, perlum og øðrum, sum kann nýtast til handarbeiði. Eisini mangla tey leikur og klæði til pinkubørn.
-Man kann leggja nógv gott niður í børn síni síni á hendan hátt, og læra tey um týdningin av at geva av tí, sum tey hava, sigur hon.
Um Jimmia:
· Jimmia er eitt kvinnuheim í Nakuru í Kenja, sum Mia og James Kagotho hava sett á stovn
· Mia og James eiga grunnin, men tey eru send út sum trúboðarar úr City Church í Havn
· Sum nú er kemur allur fíggjarligi stuðulin úr Føroyum
· Hóast Mia og James eru úr tveimum ymiskum mentanum hava tey eitt felags mál - at hjálpa útsettum og harðsskapsraktum kvinnum og børnum teirra
· Jimmia Organization er at finna á Facebook