Hóast tað ikki gekk líka væl sum seinast, so megnaðu Junior Kids at fáa eitt steyp heim við frá First Lego League Seinastu dagarnar hevur Norðurlendska kappingin í First Lego League verið í Kongsberg í Noregi. Junior Kids av Skála vunnu konstruktør prísin fyri robottin hjá sær, og endaðu eisini í ovasta fjórðinginum tilsamans.
Tey greiða frá, at túrurin hevur gingist væl, hóast nógvar seinkingar við flogfarinum.
Kurt Madsen, lærari á Læraraskúlanum, var eisini við á ferðini sum dómari.