Støðutalvan sigur, at heimaliðið er greiður favorittur, tá ið NSÍ í kommunuuppgerðini við Skálafjørðin fer at fáa vitjan av Skála. Favoritt leikluturin verður ikki minni av hagtalsliga veruleikanum, sum sigur, at í átta royndum higartil í bestu deildini hevur tað bara eydnast Skála eina ferð at fáa eitt stig í Runavík. Skálamenn eiga framvegis fyrsta sigurin á hinumegin fjørðin.
- Uttan mun til tølini so eru vit vísir í, at talan verður um tætta uppgerð. Talan er altíð um stórt stríð, tá ið vit spæla ímóti Skála, og eg havi skilt, at teir hava spart seg til júst henda dystin, sigur veteranmálverjin Jens Martin Knudsen:
- Higartil hava vit staðið okkum heilt væl á heimavølli, og sjálvandi fara vit eftir øllum stigunum. Vit hava virðing fyri skálamonnum, men vit ræðast teir ikki, sigur Jens Martin Knudsen.
Skála hevur tapt tveir teir seinastu dystirnar, og tað hevur ikki eydnast at skjóta mál ímóti KÍ og B36. Nú er oddaliðið á skránni.
- NSÍ á útivølli hevur altíð verið torfør avbjóðing hjá okkum, og soleiðis er tað eisini hesa ferð. Vit fara tó at royna at fáa stig burturúr, sigur Skála liðformaðurin Pauli G. Hansen, og tað er einki at ivast í, at skálamenn høvdu verið nøgdir, um tað hevði eydnast teimum at fingið eitt stig við tvørtur um fjørðin aftur.










