Formliga er kríggið millum tey bæði koreonsku londini í fimmtiárunum ongantíð endað, men nú, góð 50 ár eftir krígslok, hava leiðararnir í londunum báðum givið hvør øðrum lógvatak um at virka fyri varandi friði og at beina burtur tað seinasta markið frá Kalda krígnum.
Teir seinastu dagarnar hava suðurkoreanski forsetin, Roh Moo-hyun, og norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-Il, tingast í norðurkoreanska høvuðsstaðnum Pyongyang. Úrslitið gjørdist ein felags yvirlýsing, sum teir báðir skrivaðu undir, og sum bleiv almannakunngjørd í morgun.
Í yvirlýsingini stendur, at tey bæði londini eru samd um at virka fyri varandi friði, og tey skjóta upp, at USA, Kina og tey bæði koreonsku londini skulu halda ein toppfund, sum endaliga skal enda Koreakríggið.
Yvirlýsingin sigur eisini, at Norður- og Suðurkorea eru sinnað at økja búskaparliga samstarvið sínamillum, og at tey eru samd um at skipa góðsflutning um markið. Í gjár játtaði Norðurkorea at sleppa sínum kjarnorkuætlanum, og Suðurkorea hevur lovað landinum alla neyðuga hjálp í tí arbeiðinum.