1. deild menn: Í gjár vóru fýra dystir í næstbestu fótbóltsdeildini. Merkisverdasta úrslitið var, at toppliðið, FC Suðuroy, ikki megnaði at vinna fulla úrtøku á heimavølli. Kanska var tað kortini ikki heilt so merkisvert, tí mótstøðuliðið var Skála, sum tað nógvu tær seinsatu ferðirnar hevur gingið ógvuliga væl hjá.
Tað var um reppið, at heimaliðið einki fekk burturúr. Eftir málleysan 1. hálvleik legði Skála seg eftir stuttari løtu framum við tveimum málum, og tað var ikki fyrr enn í næstsíðsta minutti, at tað eydnaðist liðformanninum hjá FC Suðuroy, Palla Augustinussen, at javna til 2-2.
AB hevur rættuliga fingið vind í seglini. Hesa ferð gekk tað út yvir teir næstbestu hjá Víkingi, sum vórðu sendir til hús við 3-0 tapi. Øll málini vórðu skorað fyrsta korterið av 2. hálvleiki.
HB vann stórsigur á 07 Vestur, og tað saman við, at FC Hoyvík fríggjakvøldið vann trivaligan útisigur ímóti EB/Streymi, ber við sær, at Víkingur nú er á niðurflytingarplássi saman við framvegis stigaleysa 07 Vestur.
Hóast TB í lítlan hálvan tíma var undirmannað, so eydnaðist tað er sleppa burtur úr torføra útidystinum í Runavík við 2-1 sigri.
EB/Streymur-FC Hoyvík 1-4 (1-1)
0-1: Jørgen Meitilberg 32.
1-1: Hanus Olsen 45.
1-2: Jørgen Meitilberg br 61.
1-3: Høgni Warberg 64.
1-4: Jónar Borg Dahl 79.
Reytt kort: Poul G. Olsen, EB/Streymur, 53.
NSÍ-TB 1-2 (1-2)
0-1: Bárður Dimon 10.
0-2: Aron Sørensen 13.
1-2: Andrias á Líknagøtu 45.
Reytt kort: Jón Magnusarson, TB, 62.
AB-Víkingur 3-0 (0-0)
1-0: Gunnar Haraldsen 46.
2-0: Tummas Justinussen 55.
3-0: Martin Olsen 59.
HB-07 Vestur 5-1 (3-0)
1-0: Óli Arge 3.
2-0: Jógvan Andrias Nolsøe 13.
3-0: Jógvan Andrias Nolsøe 15.
4-0: Páll Holm Jacobsen 53.
5-0: Jógvan Rói Davidsen 69.
5-1: Per Heinason br 72.
FC Suðuroy-Skála 2-2 (0-0)
0-1: sjálvmál 54.
0-2: Atli Kristiansen 58.
1-2: John Poulsen br 67.
2-2: Palli Augustinussen 89.
Støðan
FC Suðuroy 34
TB 32
AB 31
NSÍ 21
Skála 20
EB/Streymur 15
HB 13
FC Hoyvík 13
Víkingur 12
07 Vestur 0
FC Suðuroy og EB/Streymur hava spælt 14 dystir, og hini liðini hava spælt 13 dystir.
14. umfar
25. juni
Víkingur-NSÍ
FC Hoyvík-07 Vestur
AB-HB
TB-Skála