Skála skrivaði søgu sunnudagin

Hóast teir fingu ein frammaná beinanvegin, so staðfesti Skála dyggiliga, at teir skulu roknast sum gott FM boð, eftir at teir fyri fyrstu ferð nakrantíð settu NSÍ upp á pláss

Fótbóltur

So kann tann søgan ikki longur nýtast. Undan sunnudegnum hevði Skála ongantíð fingið stig, tá ið teir høvdu spælt ímóti NSÍ. Nú er tað ein saga blot. Skála setti dyggiliga NSÍ upp á pláss. Sigurin á heimavølli var 3-1, og Skála er nýtt oddalið.
Fyrstu lítlu løtuna tóktist tað sum um, at tað skuldi tørna soleiðis út, sum tað plagar, tá ið grannaliðini hava tikist. NSÍ hevði rættuliga fríska lotið undan í 1. hálvleiki. Sekundvísarin hevði ikki verið meiri enn eina ferð runt, tá ið NSÍ fekk horna í vinstru. Miðverjin Óli Hansen var merkiliga leysur dygst undir málinum, tá ið hann setti krúllin undir bóltin, og so var NSÍ á odda 1-0.
Um sinniliga mótbrekkan hjá heimaliðnum orsaka av hagtølunum hevði havt kenst tung undan dystarbyrjan, so stóðu teir hálvan annan minutt eftir dystarbyrjan í miðkringinum við nógv størri byrðu á rygginum.
Í sovornum støðum kemur tað til kennar, hvør hevur styrki, og hvør ikki er stinnur og harvið fer um koll.
Í staðin fyri áhaldandi trýst og press undan vindinum, so mistu gestirnir pippið. Teir høvdu trupult at fáa tak á bóltinum undan vindinum, og í einum tveimum ella trimum ódnum kendust spælararnir meiri ella minni sum blindir ferðamenn.
Men tað komst eisini av, at heimaliðið rættuliga smoygdu upp um armar. Teir lótu hagtøl vera hagtøl og sjokkbyrjan vera sjokkbyrjan. Eftir eitt sindur órudduliga løtu fingu teir ímóti vindinum tamarhald á, og so myndaðist tað soleiðis, sum tað so ofta hevur gjørt hjá Skála fyrr í ár.
Liðformaðurin, Pauli G. Hansen, og Nenad Stankovic, sum man kjálkast fram ímóti at vera stinnasti spælarin av øllum higartil í ár, vunnu slagið um sentrala miðvøllin. NSÍ vísti góðan hugburð, og Jústines R. Hansen og Helgi L. Petersen arbeiddu nógv. Men heimaliðið var stinnari í nærdystunum, og teir vunnu fleiri av returbóltunum, og tað hevði stóran týdning.
Umstøðurnar vóru avgjørt ikki góðar til polerað fótbóltsspæl. Men tað var kortini eyðsýnt, at Skála hevur betri grundspæl, enn NSÍ hevur tað. Tikið yvir ein kamb sýndu teir á Skála betri hegni við bóltinum, teir megnaðu eitt sindur betri at bjóða seg til at hjálpa bólthaldaranum, og tað hilnaðist betri hjá teimum at mynda málmøguleikarnar.

Mál og møguleikar
Tað eydnaðist ikki Skála at fáa mál undan steðginum. Teir høvdu tó møguleikar, og tað var um reppið, at Hanus Thorleifsson, sum í ár er vorðin fastur fúsur á miðvøllinum í vinstru, megnaði at javna stutt eftir, at NSÍ var komið framum, men bólturin streyk framvið stólpanum.
Ivaleyst kom tað væl við hjá NSÍ, tá ið dómarin bríkslaði fyri hvíldini. Tað bar møguleika við sær at leggja ráð og skipa verjuna. Gongdin mesta partin av fyrra umfarinum hevði víst, at heimaliðið kundi gerast boysið at steðga undan vindinum, og soleiðis varð tað.
Men tað var ikki í opnum spæli og við hugflogsríkum kombinatiónum, at NSÍ verjan varð togað sundur. Heldur vóru tað deyðbóltsstøður, sum tað kanska ikki kundi roknast við, at avgerandi mál skuldu spyrjast burturúr, sum vóru orsøk til málini, ið bóru heimasigurin við sær.
Júst sum hjá NSÍ í 1. hálvleiki, so eydnaðist tað Skála beinanvegin í 2. hálvleiki at skjóta mál eftir horna. Iulian Florescu, ið er so neyvur við bóltinum, sum nakar golfspælari er tað, sendi hornaspark úr høgru og upp um Jens Martin Knudsen og dygst undir samankomingina í hinum borðinum.
So var javnt, og tað lá í luftini, at tað skuldi verða heimaliðið, sum fyri fyrstu ferð nakrantíð skuldi fáa fulla úrtøku ímóti NSÍ.
Eitt korter helt NSÍ tørn. So var Skála aftur upp á spæl, og aftur var talan um mál í sambandi við hornasparksstøðu. 2-1 málinum vóru havnarmenninir á Skála liðnum meistarar fyri. Bjarni Jørgensen sendi horna innfyri úr vinstru. Aftur fór bólturin afturum NSÍ málverjan, og har var tað vongverjin í høgru, Pætur Dam Jacobsen, sum fekk bent bóltinum í málið.
Fagnaðurin var ovurhonds stórur á Skála liðnum og millum viðhaldsfólkini. Men heimaliðið gróv seg ikki niður í roynd at verja leiðsluna. Sigurin varð staðfestur, tá ið tað restaðu tjúgu minuttir. Støðan tóktist ikki serliga vandamikil, tá ið Skála fekk fríspark miðskeiðis á egnari hálvu. Men Skála eksploderaði, og tá ið mótstøðumenninir ikki vóru heilt við upp á tað, endaði tað við Skála máli. Arnhold Berg, sum hesa ferð hevði fingið møguleikan í álopinum, tí Bogi Gregersen ikki var komin fyri seg eftir skaðan, smekkaði til eitt sindur úr høgru. Jens Martin Knudsen strekti seg, men hann bara hálvbjargaði, og so hevði tað ikki so nógv upp á seg hjá Hanusi Thorleifsson, sum var fyrri á bóltinum enn NSÍ verjan, at beina bóltinum í málið.
Tað var væl skiljandi, at Skála spælararnir ikki høvdu skund at fara undir tak. Hóast vánalig líkindi, so baðaðu teir sær í fyrsta sigrinum á NSÍ nakrantíð. NSÍ stóð eftir við ongum. Tað kann væl vera, at teir stríputu framvegis hava møguleika fyri heiðursmerkjum, men sunnudagin taptu teir fyri einum liði, sum á fleiri frontum gav til kennar, at teir ætla sær meiri enn bronsumerkini, sum teir fingu í fjør. Skála skrivaði søgu, og tað er ikki víst, at teir eru lidnir við søguskrivingina!