Skála sett nýggjan venjara

Tað verður fyrrverandi U21-landsliðsvenjarin, sum skal venja Skála

Bill Mcleod Jacobsen og Skála ÍF hava undirskrivað venjarasáttmála fyri 2020, og harvið er Bill settur sum høvuðsvenjari hjá Skála ÍF fyri komandi kappingarár, boðar felagið frá.

- Vit á Skála eru sera fegin um at kunna seta Bill í starvið. Bill kemur við sera drúgvum venjara royndum í skjáttuni, bæði frá venjarastørvum innanlands og uttanlands, umframt at Bill hevur verið landsliðsvenjari hjá fleiri av okkara ungdómslandsliðum – serliga er Bill kendur frá 10 ára tíðarskeiðnum sum U21 landsliðsvenjari í 2007-2016. Sum ein av heilt fáum føroyskum venjarum, hevur Bill eisini UEFA Pro License venjaraprógv, skrivar Skála á Facebook.

Bill M. Jacobsen hevur fyrr verið venjari hjá B68 og eitt stutt tíðarskeið hjá TB og AB. Seinastu tíðina hevur Bill havt ábyrgd av talentmenningini hjá HB.

- Hetta passar eisini sera væl við ætlanirnar hjá Skála ÍF, um í enn størri mun at brúka egi spælaratilfeingi, og menna teir ungu spælararnar í felagnum, boðar Skála frá.

Felagið hevur fíggarligar avbjóðingar og ivasamt er um fleiri av spælarunum halda fram. Millum annað er Karstin Hansen farin aftur til NSÍ, har hann var útleigaður frá seinastu tvey árini. Eisini Haraldur Højgaard er farin aftur til NSÍ og Jákup Johansen til Víking, meðan Ronni Møller-Iversen leitar sær eftir nýggjum felagi. Eisini ljóðar at fleiri feløg eru eftir Ara Olsen.