Fyrsti dysturin í fjórða umfari í Betri Deildini er klokkan 17.30, tá ið fyrsta bríkslið verður á Skála.
Tað eru Suðringar, ið eru komnir norðurum og nú hava kós inn á Skálafjørðin.
Felags fyri bæði liðini er, at tey burturúr trimum teimum fyrstu umførunum hava vunnið einaferð og tapt tvær ferðir. Málmunurin hjá Suðringum er -4, og hjá Skála er hann -1.
Mánaudagin glapp tað hjá Skála, sum vann 2-0 á Argjum:
-Stigini á Argjum kendust sera søt. Í dag eiga vit heimadyst, og sjálvandi ætla vit okkum at vinna fulla úrtøku, men tí, sum er farið av hesum kappingarárinum, eru vit fleiri ferðir mintir á, hvussu dýrt tað er ikki at skora. Ímóti AB myndaðu vit fleiri upplagdar møguleikar, enn í teimum báðu fyrstu umførunum, og vónandi fer tað eisini at eydnast ímóti Suðringum at spæla okkum til møguleikar og at skora málini, sum skulu tit fyri at vinna, sigur Eyðun Klakstein.
Fimm spælarar, ið verða roknaðir at hoyra til besta hópin, eru ikki tøkir: Ólavur Mikkelsen er leikbannaður eftir útvísingina á Argjum, Haraldur R. Højgaard er plágaður av knæskaða og Jákup Johansen og Hann Ingi Hansen eru langtíðarskaddir.
Ahmed Mujdragic hevur síðstu vikurnar verið knæskaddur. Hann hevur hekldur ikki í hesi vikuni vant saman við liðfeløgunum.
Suðringar harmast tepra heimatapið ímóti KÍ annan páskadag:
-Vit høvdu í seinna hálvleiki møguleikar at javna, men vit tóku ikki av. Hugaligt var tað, at verjuspælið riggaði væl, men vit iðra okkum um, at vit lótu mál ígjøgnum í deyðbóltsstøðu. Tað eigur ikki at koma fyri. Ímóti Skála vóna vit, at tað fer at rigga at spæla okkara spæl. Um tað eydnast, so eiga vit at hava møguleika fyri at vinna gott úrslit, sigur Stefan Radosavljovic hjá Suðringum.
Ari Krosslá Poulsen er langtíðarskaddur, og tað er ivasamt, um Teitur Mortensen er førur fyri at spæla ídag.
Skála – Suðringar: Kári J. á Høvdanum kl. 17.30.










