HB og Skála vóru undan hesum umfarinum tey bæði, sum Giza Hoyvík, ið er á níggjunda plássi, hevði bestu møguleika at fáa aftur.
Soleiðis er tað framvegis, men nú eru bæði HB og Skála longri frá hóttanini av niðurflyting, enn tey vóru undan hesum umfarinum.
Við 1-0 sigri á útivølli ímóti Giza Hoyvík lyfti HB seg fram á sjeynda plássi
Skála var undan hesum umfarinum á sjeynda plássi. Í dag endaði tað málleyst, tá ið Skála vitjaði á Sandi.
Felags fyri HB og Skála er, at tey hava 22 stig. Tað eru átta stig aftur til Giza Hoyvík, sum er á níggjunda plássi.
Málmunurin hjá Giza Hoyvík er væl verri, enn hann er hjá bæði HB og Skála. Tí er møguleikin hjá Giza Hoyvík at taka annað av hesum liðunum og varðveita plássið í næstbestu deildini treytaður av, at Giza Hoyvík í seks teimum seinastu umførunum vinnur níggju stig fleiri enn HB og Skála.










