Skála orduliga á landsliðskortið

Tølini siga, at tað eru feløgini, ið eru best fyri, sum eiga flestu spælararnar á landsliðnum, sum hesa ferð var umboðað av væl fleiri úr heimligu kappingini, enn tað hava verið nógvu tær undanfarnu ferðirnar

Tað skal síggjast aftur á landsliðnum, hvussu feløgini og harvið spælararnir standa seg í landskappingini. Hetta sjónarmiðið hevur verið at hoyrt nú í vár. Eftir stríðið ímóti hollendsku heimsstjørnunum ber til at kanna eftir, hvussu tað stendur til við hesum.
Fyrsta staðfestingin er, at hesa ferð var bðtið millum útisetar og spælarar úr heimligu kappingini øðrvísi, enn tað hevur verið seinastu árini. Spælararnir úr heimligu kappingini vóru fleiri, enn teir hava verið, og útisetarnir vóru færri, enn teir hava verið. Hetta komst ikki av, at landsliðsvenjarin ikki vildi hava útisetar við til Sveis. Í fyrsta umfari boðsendi hann trimum úr Íslandi, sum seinni góvu avboð, og so gav Johan B. Hansen eisini avboð. Hesir fðra vóru saman við teimum trimum úr Fremad Amager útisetaumboð ímóti Hollandi, og Jákup á Borg umboðaði eisini útlendskt felag ímóti Hollandi.
Tað vil altso siga, at av teimum upprunaligu átjan vóru átta útisetar. Tá ferðalagið fór avstað, vóru útisetarnir fðra.
Tá ið teir bestu geva avboð, verða teir, sum standa næstir í røðini, boðsendir. Næstan eingir útisetar vóru eftir at senda boð eftir. Tann einasti, sum var tøkur, var Christian Lamhauge Holst í Lyngby, sum venjarin ikki tykist halda vera nóg væl fyri. Christian er kanska tann útisetin, sum venjarin kennir støðuna best hjá. Hann spælir í Lyngby, har Henrik Larsen hevur sína dagligu gongd. Jón Rói Jacobsen og Christian Høgni Jacobsen eru skaddir, og Ingi Højsted í Arsenal er ikki komin so mikið fyri seg eftir skaða, at hann verður mettur at hava førleikan at spæla á landsliðnum.

Tey bestu eiga flest
At tað barst fleiri útisetum frá at vera við ber við sær, at tað ber betri til at taka fepurin av, hvussu sambandið er millum støðuna í landskappingini og umboðanina á landsliðnum, enn tað sjáldan hevur gjørt.
Spurningurin er altso, hvørji feløg teir fjúrtan úr heimligu kappingini, sum vóru við í Sveis, umboðaðu, og hvussu hetta samsvarar við støðuna í landskappingini. Vit skulu hyggja eitt sindur nærri at hesum. Men tað er skjótt at staðfesta, at tað eru tey bestu feløgini, sum eiga flestar landsliðsspælarar. Tað er eisini skjótt at staðfesta, at tey feløgini, sum tað ikki hilnast so væl hjá í landskappingini, eiga ongar landsliðsspælarar.
Trð feløg í bestu deildini áttu ongan í Sveis. Tey eru B68, ÍF og EB/Streymur. Hesi trð feløgini eru niðast á støðutalvuni. Í fjør var B68 eina best umboðað á landsliðnum. Tá vóru teir við í kappingini um FM. Nú eru teir í hinum endanum. Tað eru teir eitt nú, tí landsliðsspælararnir eru burtur.
Skála hevur verið fríski íblásturin í landskappingini í fimm teimum fyrstu umførunum. HB er næstovast, og so er stutt millum næstu feløgini, sum eru B36, VB og NSÍ, og so koma GÍ og KÍ..
Skála átti tveir av teimum átjan í Sveis, HB og B36 áttu tríggjar í part, KÍ átti tveir, og NSÍ og GÍ áttu ein í part. Harafturat var ein spælari úr næstbestu deildini - liðformaðurin Óli Johannesen úr TB.
Tað er skjótt at staðfesta, at tað eru tey bestu feløgini, sum eiga umboðini á landsliðnum. Kanska kundi verið víst á, at millum teir fyrstu ellivu var eingin frá oddaliðnum. Kortini var tað ikki so undarligt. Í nógv teimum flestu førunum liggur leiðin á landsliðið umvegis beinkin. Jónhard Frederiksberg hevði frammanundan spælt eina fer á landsliðnum, og Pauli Hansen er spildurnðggjur í landsliðshøpi. Teir vóru boðsendir hesa ferð, tí tað hevur gingið væl hjá Skála og teimum í landskappingini. Um tað framvegis fer at ganga væl hjá teimum og Skála, so er tað einki at ivast í, at teir fara at taka seg uppaftur longri inn í landsliðshitan.
HB og B36 vóru tey av føroysku feløgunum, sum vóru best umboðað í Sveis. Men tað var munur á umboðanini hjá teimum. Meðan B36 var umboðað av trimum sera royndum spælarum, so var HB umboðað av rættuliga ungum og óroyndum monnum. John Petersen er 32 ára gamalur og spældi fyri 53. ferð á landsliðnum, Pól Thorsteinsson er 30 og spældi landsdyst nummar 32, og Arnbjørn Danielsen er 30 ára gamalur og var fyri 8. ferð á landsliðnum.
Rógvi Jacobsen var bæði elsti og mest royndi HB maðurin á landsliðnum hesa ferð. Hann er 25 ára gamalur, og hann hevur verið 25 ferðir á landsliðnum. Kári Nielsen er 23, og Vagnur Mohr Mortesen, sum man vera einasti føroyski landsliðsspælarin higartil, sum ongantíð hevur nortið við bóltin!, er 21. Teir báðir síðstnevndu vóru tðskvøldið fyri fyrstu ferð á landsliðnum.
Tað hevur ikki hilnast so væl hjá KÍ. Men harfyri er eingin orsøk at geva Jákupi Mikkelsen sekkin sum landsliðsspælara, og tey munnu neyvan vera mong, sum eru av tí áskoðan, at Atli Danielsen ikki higartil í ár hevur víst, at hann er nátúrligt val. Ivi hevur viðhvørt verið um, um tað fór at bera til hjá Óla Johannesen at varðveita landsliðsstøðið, tá ið hann dagliga spælir í 2. deild. Óli spældi tðskvøldið fyri 65. ferð á landsliðnum. Tí er tað sjálvsagt, at tað ikki nðtist Óla á sama hátt sum ungum spælarum í landskappingini at prógva sítt støði. Tað er á landsliðnum, at hann skal spæla seg av. Tað gjørdi hann ikki tðskvøldið.