Tá grind legði beinini í Funningsfirði í dag, var tað eisini fyrstu ferð nakrantíð, at grind leggur beinini í Runavíkar kommunu. Hettta kemst av, at Elduvíkar kommuna er løgd saman við Runavíkar kommunu, og soleiðis er hvalvágin í Funningsfirði eisini partur av Runavíkar kommunu.
Nú er endaliga gjørt av, hvussu grindin í Funningsfirði verður býtt. Býtt verður í drápspartar og heimapartar, og verður tað Skála og nakrar av smærru bygdunum í Runavíkar kommunu, sum fáa heimapart hesaferð:
* Elduvík, Funningsfjørður og Funningur (her verður skorið upp á bryggjuni í Funningsfirði)
* Skála og Skálafjørður (skorið verður upp á bryggjuni á Skála)
* Oyndarfjørður (skorið verður upp á bryggjuni í Oyndarfirði)
* Rituvík (skorið verður upp á lendingini í Rituvík)
* Æðuvík (skorið verður upp á lendingini í Æðuvík)
Heitt verður á fólk um at koma á at skera upp klokkan 9 - og lýst verður nærri, nær heimapartarnir kunnu avheintast.