Skála og favorittarnir í fjórðingsfinaluni

Favorittarnir vunnu, tá ið tað í dag varð telvað um, hvørji skulu spæla í fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið. Undantakið var 1. deilarliðið Skála, sum á heimavølli vann 2-1 ímóti EFFO liðnum hjá 07 Vestur.

 

Serligur steypaintensitetur var í fleiri av uppgerðunum. Síðsta liðið, sum spældi seg í fjórðingsfinaluna var Víkingur. Tá ið víkingarnir øktu um leiðsluna til 2-0, og B36 liðformaðurin Súni Olsen varð vístur av vølli eftir takling, sum dómarin metti vera so vandamikla, at hon kostaði reytt kort, tóktist tað sum um, at Víkingur skuldi vinna greiðan sigur. Men B36 megnaði at minka um munin, og síðstu løtuna var tað spenningur frammanfyri bæði málini.

 

Á Toftum vann KÍ tryggan 3-0 sigur, og á Sandi vann HB sannførandi 5-1 ímóti B71, sum var undirmannað í ein tíma. Tað komst av, at Áslakkur Kjærbo hjá heimaliðnum longu í 31. Minutti sá gult fyri aðru ferð og tískil varð rikin av vølli.

 

Í Runavík vann NSÍ 2-0 á TB, hóast heimaliðið síðstu løtuna var undirmannað. Einar Tróndagjógv varð innskiftur í 71. minutti. Tíggju minuttir seinni fór hann av aftur vøllinum, eftir at hann tvær ferðir hevði sæð gula kortið og tískil varð útvístur.

 

ÍF vann 2-1 á Argjum, har AB enn eina ferð var óheppið, tá miðverjin Leivur Holm tíðliga í 1. hálvleiki varð borin skaddur av vølli og endaði á Landssjúkrahúsinum.

Í Vági tóktist heimaliðið leingi vera omaná. Salmundur Bech setti hol á beinanvegin, og tíðliga í 2. hálvleiki økti veteranurin Palli Augustinussen til 2-0. Men Undrið í 2. deild gav ikki skarvin yvir, og tá ið fyrrverandi KÍ álopsspælarin Erling Fles hevði minkað um munin vóru heimamenninir ikki heilt álvurligir við støðuna. Tað eydnaðist teimum kortini at vinna.

 

Fjórðingsfinalurnar verða sunnudagin 5. mai ella um tríggjar vikur.

 

Løgmanssteypið

Leygardagin 13. apríl

Giza/Hoyvík-EB/Streymur 1-9 (0-2)

0-1: sjálvmál 10.

0-2: Pætur Dam Jacobsen 30.

0-3: Niels Pauli Danielsen 54.

0-4: Levi Hanssen 56.

0-5: Gunnar Zachariasen 57.

0-6: Pætur Dam Jacobsen 59.

0-7: Arnar Dam 76.

1-7: Allan Enghamar br 82.

1-8: Jónstein Magnussen 83.

1-9: Hanus Olsen 90.

 

Sunnudagin 14. apríl

FC Suðuroy-Undrið 2-1 (1-0)

1-0: Salmundur Bech 9.

2-0: Palli Augustinussen 58.

2-1: Erling Fles 62.

 

B68-KÍ 0-3 (0-2)

0-1: Atli Danielsen br 34.

0-2: Heðin á Lakjuni 39.

0-3: Álvur F. Christiansen 83.

 

NSÍ-TB 2-0 (1-0)

1-0: Árni Frederiksberg 40.

2-0: Jann Martin Mortensen 72.

Reytt kort: Einar Tróndargjógv 81. (2 gul)

 

Skála-07 Vestur 2-1 (0-0)

1-0: Brian Jacobsen 50.

1-1: Holgar Durhuus 79.

2-1: Ólavur Mikkelsen 81.

 

AB-ÍF 1-2 (0-1)

0-1: Øssur Dalbúð

1-1: Hørdur Mohr

1-2: Ari Ó. Ellingsgaard

 

B71-HB 1-5 (0-3)

0-1: Christian R. Mouritsen 14.

0-2: Jóhan Troest Davidsen 37.

0-3: Bárður Johnson Heinesen 45.

0-4: Magnus Egilsson 71.

1-4: Páll Holm Jacobsen 86.

1-5: Kristin R. Mouritsen 88.

Reytt kort: Áslakkur Kjærbo 31. (2 gul)

 

B36-Víkingur 1-2 (0-2)

0-1: sjálvmál

0-2: Finnur Justinussen

1-2: Ámund Nolsøe

Reytt kort: Súni Olsen (beinleiðis reytt)

 

------------

Steypavinnararnir í Víkingi eru topplið í landskappingini, og í kvøld hevur Víkingur tryggjað sær pláss í fjórðingsfinaluni í steypakappingini. Víkingur er á veg úr Gundadali við 2-1 sigri á B36. Síðsta lítla hálva tíman vóru B36 menninir undirmannaðir, eftir at dómarin hevði rikið Súna Olsen hjá B36 av vøllinum. Súni Olsen hevði stutt frammanundan sent bóltin í tvørtræið úr stórari fjarstøðu, og tá misnýtti Rasmus Dan Sørensen risa stóra returbóltin.

Fram ímóti dystarenda minkaði Ámund Nolsøe um munin eftir horna. Tá var spenningur í báðum endum, men Víkingur helt tætt og tryggjaði sær harvið 2-1 sigurin og pláss í fjórðingsfinaluni.

 

Orsaka av nettrupulleikum bar okkum ikki til at fylgja við í 2. hálvleiki.

 

 

HÁLVLEIKUR

0-2

 

35) 0-2: Finnur Justinussen 35.

Víkingur hevur í skjótum mótálopi økt um leiðsluna, so hon nú er 2-0. Filip Djordjevic sneiddi seg leysan í høgru, og tá ið hann smekkaði bóltin inn undir málið, var Finnur Justinussen fyrstur á bóltinum, sum hann stýrdi í málið.

 

30) 0-1

Tað gongur javnt á, og talan hevur ikki verið um serliga stórar málmøguleikar. Óroynda B36 liðið tykist vera sloppið av við eitt sindur av fjáltrinum, men Víkingur hevur havt besta málmøguleikan. Eftir innlegg úr høgru tveitti Finnur Justinussen seg fram og royndi at stúta bóltin í málið, men tað eydnaðist ikki.

 

15) 0-1

Steypavinnararnir og toppliðið í landskappingini, Víkingur, hevur lagt bragdliga fyri í Gundadali ímóti illa skaðaplágaða B36. Bara tríggir minuttir vóru farnir, tá ið Víkingur setti hol á. Heimaliðið hjálpti væl til, tí tað var eftir hornasparksinnlegg og umvegis høvdið á miðverjanum Martin Pedersen, at bólturin datt í málið aftanfyri Tórð Thomsen.

 

B36-Víkingur kl. 17.00

Dómari: Dagfinn Forná

----

 

 

LIÐUGT

1-5

 

45) 0-3: Bárður Johnson Heinesen

 

Fyri fyrstu ferð, síðani hann flutti úr KÍ og til HB, hevur Bárður J. Heinesen skorað.

 

40) 0-2

Alt bendir á, at HB fær lættan veg í fjórðingsfinaluna. Miðverjin Jóhan Troest Davidsen hevur økt um leiðsluna í 37. minutti. Stutt frammanundan varð B71 undirmannað, eftir at ein av spælarunum hevði sæð gula kortið tvær ferðir og harvið reyða kortið!

 

30) 0-1

Hóast fleiri av føstu monnunum á HB liðnum - eitt nú Fróði Benjaminsen, Andrew av Fløtum og málverjin Teitur M. Gestsson - sita uttanfyri, so er HB greitt omaná ímóti B71. Tað hevur eisini eydnast HB at leggja seg á odda, og málskjutti var Christian R. Mouritsen.

 

B71-HB kl. 16.00

Dómari: Páll Augustinussen

 

--------

 

LIÐUGT

0-3

Klaksvíkingar eru á veg av Svangaskarði og á veg til hús við trivaligum 3-0 sigri og harvið plássi í fjórðingsfinaluni. Síðsta málið skoraði Álvur F. Christiansen stutt undan dystarloki

 

 

75) 0-2

KÍ hevur tak á støðuni, og nú er toppskjúttin Páll Klettskarð farin av vøllinum.

 

Hálvleikur

0-2

 

Dygst undan steðginum hevur KÍ økt um leiðsluna, so hon nú er 2-0. Talan var um frágera gott frísparksmál frá Heðini á Lakjuni.

 

35) 0-1: Atli Danielsen br

So hevur KÍ vunnið úrtøku burtur úr leikligu yvirvágini. Miðvallarin Atli Danielsen hevur lagt KÍ framum.Hann var tryggur úr ellivu metrum og umsetti brotsspark til mál.

 

 

30) 0-0

Hálvur tími er farin á Svangaskarði, har B68 hevur vitjan av KÍ. Tað er framvegis málleyst. Hóast klaksvíkingar hava havt leikliga yvirvág, so hevur tað ikki enn eydnast at fáa bóltin í B68 málið.

 

5) 0-0´

Tað eru góð líkindi at spæla fótbólt á Svangaskarði. Norðari vøllurin liggur væl vardur fyri lágættini og harvið fríska lotinum.

 

B68-KÍ kl. 15.00

Dómari: Rói Jacobsen

----------

 

LIÐUGT

2-0

NSÍ hevur tryggjað sær pláss í fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið.

innskifti Einar Tróndargjógv hjá NSÍ varð vístur av vølli, eftir at hann hevði sæð gula kortið tvær ferðir.

 

75) 2-0: Jann Martin Mortensen

Alt bendir á, at NSÍ skal spæla seg í fjórðingsfinaluna. Nú hevur Jann Martin Mortensen økt um leiðsluna, eftir at Karl Løkin spældi hann leysan.

 

Hálvleikur

1-0

Teir eru farnir at hvíla seg við Løkin í Runavík, og støðan er 1-0 til NSÍ. Málskjútti var framrættaði miðvallarin Árni Frederiksberg. Tá ið teir koma aftur á vøllin verður tað NSÍ, sum fer at hava litið undan.

 

40) 0-0

Tað er framvegis málleyst við Løkin. TB hevur verið leikliga omaná, men NSÍ hevur havt størsta málmøguleikan. TB málverjin Ivan Stojkovic bjargaði tó meistarliga.

 

15) 0-0

TB hevur havt leikliga yvirvág, men higartil hava tað ikki verið upplagdir málmøgleikar.

 

5) 0-0

Fyrstu løtuna hevur tað verið rættuliga friðarligt. TB hevur lotið undan. Hóast lotið eru líkindini góð at spæla fótbólt við Løkin.

 

NSÍ-TB kl. 15.00

Dómari: Eiler Rasmussen

 

-------

 

LIÐUGT

2-1

Tað eydnaðist 1. deildarliðnum hjá Skála við 2-1 sigri á EFFO deildarliðnum hjá 07 Vestur at tryggja sær pláss í fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið. Sigursmálið skoraði Ólavur Mikkelsen við rimmar langskoti!

 

70)

1-1: Eftir skot í tvørtræið verður returbólturin stútaður í málið.

 

1-0: Brian Jacobsen

Eftir misskiljing í verjuni hevur heimaliðið lagt seg á odda.

 

Hálvleikur

0-0

Tað hevur verið rættuliga tætt, men higartil hevur hvørgum partinum eydnast at skora mál.

Skála-07 Vestur kl. 15.00

Dómari: Alex Troleis

 

----

 

LIÐUGT

2-1

FC Suðuroy hevur vunnið 2-1 á Undrið, og harvið hevur FC Suðuroy tryggjað sær pláss í fjórðingsfinaluni.

 

 

85) 1-2

Tað er ikki frítt, at tað er fjáltur á heimamonnunum á Vágseiði. Støðan er framvegis 2-1, og heimaliðið er framvegis leikliga omaná, men Undrið ger um seg í mótálopum, og tað er ikki sørt, at tað órógvar teir í FC Suðuroy.

 

 

60) 2-1

Stutta løtu eftir at FC Suðuroy hevði økt um leiðsluna til 2-0, so eydnaðist tað Undrinum at svara aftur, og harvið er spenningur komin í aftur, nú tað restar ein lítil hálvur tími í Vági.

 

 

55) 2-0: Palli Augustinussen

So er 2-0 á Vágseiði. Liðformaðurin og miðvallarveteranurin Palli Augustinussen hevur økt um leiðsluna.

Heimaliðið er leikliga greitt omaná. Undrið hevur havt onkra vandamikla støðu í sambandi við fríspark og hornaspark.

 

45) 1-0

Teir eru farnir at hvíla seg á Vágseiði. Støðan er framvegis 1-0 til FC Suðuroy. Salmundur Bech skoraði, tá ið umleið tíggju minuttir vóru farnir. Síðani hevur talan ikki verið um upplagdar málmøguleikar.

 

25) 1-0: Salmundur Bech 10.

Á Vágseiði hevur heimaliðið lagt seg á odda. Salmundur Bech skoraði, tá ið tíggju minuttir vóru farnir. Líkindini eru góð á Vágseiði. Sambært skránni skuldi fyrsta bríkslið vera klokkan 14.45, men bólturin fór á rull í Vági longu klokkan 14.35.

 

FC Suðuroy-Undrið kl. 14.35

Dómari: Súni Fríði Barbá

------

 

LIÐUGT

1-2

ÍF hevur vunnið 2-1 á Argjum, og harvið hava fuglfirðingar tryggjað sær pláss í fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmansteypið. AB er ikki longur við í steypakappingini, og harvið kunnu argjamenn savna seg fult og heilt um landskappingina, har teir framvegis eiga fyrsta stigið til góða.

 

85) 1-2: Ari Ó. Ellingsgaard

Fuglfirðingar hava lagt seg framum aftur, og hóast tað gongur javnt á, so tykist størri tyngd at vera í hjá fuglfirðingum.

 

70) 1-1

Tað leikar javnt á úti í Vika, har tað framvegis er javnt.

 

60) 1-1:

AB er leikliga á hædd við ÍF, og tíðliga í 2. hálvleiki hevur AB javnað. Tað var Hørdur Mohr , sum var leysur í brotsteiginum, snaraði rundanum seg sjálvan og smekkaði bóltin í málið aftanfyri Hallgrím G. Hansen, sum verjir ÍF málið ídag.

 

Hálvleikur

0-1

 

30) 0-1

Hálvur tími er farin á Argjum, og ÍF er á odda 1-0. Málskjútti var Øssur Dalbúð, tá ið knappliga 20 minuttir vóru farnir.

Hjá AB er Leivur Holm borin av vøllinum, og sjúkrabilur hevur verið eftir honum.

 

AB-ÍF kl. 15.00

Dómari: Lars Múller

 

----------

Sjey dystir eru seinnapartin á skránni í fyrsta umfari í kappingini um løgmanssteypið. Fyrsta bríkslið í fyrstu uppgerðini er klokkan 14.45 á Vágseiði, har Undrið í 2. deild vitjar FC Suðuroy í 1. deild.

Síðsti dysturin verður í Gundadali klokkan 17 millum B36 og Víking. B71 og HB spæla á Sandi klokkan 16, og hinir dystirnir eru klokkan 15.

Veðrið er hampuligt, men tað kann vera, at lotið darvar onkra staðni. Í miðøkinum er turt.

 

------------