Fríggjadagin var móttøka í fimleikarhøllini í Kollafjarðar Skúla, i sambandi við at enn ein nýbygningur til skúlan varð reistur. Saman við tilbygninginum, sum var liðugur fyrr í ár, er samlaða fermetraøkið hjá skúlanum sostatt nú meir enn tvær ferðir størri enn tað, skúlin hevur húsast í higatil.
Tað er byggifyritøkan Byggitek í Havn, sum hevur staðið fyri arbeiðinum við at víðka um skúlan í Kollafirði. Arbeiðið byrjaði í august í fjør, og hóast tað varð nakað darvað av ringum veðri í desembur, sær tíðarætlanin út til at halda. Eftir ætlan skulu nýggju bygningarnir takast í brúk í august í ár, tá tilbygningurin, sum skal brúkast sum samkomuhøll, eisini verður bundin saman við ítróttarhøllina.