KÍ og Víkingur hava í dag við heimasigrum vunnið seg fram aftur í toppin í Effo-deildini.
Hjá KÍ var tað Dion Splidt, sum við síðsta sparkinum undan steðginum skoraði sigursmálið eftir fína hornasparkskombinatión.
Inntil tað restaði eitt korter var ikki so nógv veiggj í HB, men so vóru tað nógvar spentar støður í KÍ brotsteiginum, uttan at tað tó eydnaðist at vinna heilt upplagda málmøguleikan.
Í Gøtu var tað leingi javnt millum Víking og Suðringar. Fróði Benjaminsen setti stutt undan hvíldini hol á eftir langt innkast í høgru. Átta minuttir eftir steðgin økti Andreas Lava Olsen eftir fína sending út frá í høgru, og miðverjin Erling Jacobsen staðfesti trivaliga 3-0 sigurin, tá ið hann var fyrstur á returbólti.
Fjórða tapið á rað ber við sær, at Suðringar nú eru dotnir aftur á fimta plássið.
Lagið er gott á Skála. Í níggjunda umfari eydnaðist tað loksins at vinna øll trý stigini. Úrslitið var 3-2. Sigursmálið skoraði innskifti Andras Frederiksberg stutt undan leikloki eftir hornaspark.
Í Gundadali eydnaðist tað B36 at vinna stórsigur ímóti 07 Vestur. Úrslitið var 4-0, og harvið lyfti B36 seg upp um grannarnar í HB. Tapið í dag ber við sær, at 07 Vestur nú saman við ÍF er undir strikuni. EB/Streymur og 07 Vestur hava átta stig, men málmunurin hjá EB/Streymi er -8, meðan hann hjá 07 Vestur er -10.
KÍ-HB 1-0 (1-0)
1-0: Dion Splidt
Víkingur-Suðringar 3-0 (1-0)
1-0: Fróði Benjaminsen
2-0: Andreas Lava Olsen
3-0: Erling Jacobsen
Skála-EB/Streymur 3-2 (1-1)
0-1: Rógvi Egilstoft Nielsen
1-1: Michal Przybylski
2-1: Machal Przybylski
2-2: Leif Niclasen
3-2: Andras Frederiksberg
B36-07 Vestur 4-0 (1-0)
1-0: Róaldur Jakobsen br
2-0: Pætur Petersen
3-0: Róaldur Jakobsen
4-0: Patrik Johannesen
Í gjár
NSÍ-ÍF 3-0 (1-0)
1-0: Jann Benjaminsen 44.
2-0: Jann Benjaminsen 64.
3-0: Klæmint A. Olsen 74.
Dómari: Alex Troleis
NSÍ: Símun Rógvi Hansen - Tobias V. Olesen, Per Langgaard, Jan Ó. Ellingsgaard, Einar Tróndargjógv - Karl Løkin, Betuel Hansen – Árni Frederiksberg (Bárður J. Hansen, 80.), Pól Jóhannus Justinussen, Petur Knudsen (Jann Benjaminsen, 28.) - Klæmint A. Olsen
Gult kort: Betuel Hansen
Venjari: Anders Gerber
ÍF: Henrik Lindhardt Jensen - Dánjal Pauli Højgaard, Jákup Andreas Gaardbo, Ndende, Sámal Jákup Joensen - Kristoffur Jakobsen, Bogi Reinert Petersen (Jóhan Petersen, 77.) - Andy Ó. Olsen, Niels Pauli Danielsen (Hanus Eliasen, 84.), Ari Ó. Ellingsgaard - Dánjal á Lakjuni (Alex José dos Santos, 62.)
Gult kort: Dánjal Pauli Højgaard
Venjari: Olgar Danielsen
Støðan
KÍ 19 stig
Víkingur 17 stig
NSÍ 16 stig
B36 12 stig
TB/FCS/Royn 12 stig
HB 10 stig
Skála 9 stig
EB/Streymur 8 stig
07 Vestur 8 stig
ÍF 6 stig
-
Tíggjunda umfar
Sunnudagin 28. mai
KÍ-07 Vestur
Víkingur-Skála
NSÍ-B36
HB-ÍF
Suðringar-EB/Streymur