Skála hevur luksustrupulleika

Bert ein spælari hjá Skála fær ikki spælt sunnudagin, og tað er ein óvanlig støða hjá felagnum, sum hevur verið illa plágað av skaðum í ár. ÍF hevur leikbann og sjúku á liðnum


Seinastu umførini er Skála farið at líkjast liðnum frá seinastu kappingarárunum, og ein orsøk til tað er, at liðið hevur fingið alt fleiri spælarar tøkar aftur. Nógvir skaðar hava plágað týðandi spælarar á liðnum, og tað hevur havt ávirkan á úrslitini.
Til dystin ímóti ÍF sunnudagin manglar bert ein spælari hjá Skála, og tað er Bjarni Jørgensen, sum ikki hevur spælt í longri tíð. Hann hevur verið skaddur í lærkrikanum, men nú verður roknað við, at hann kann byrja at venja aftur, og tí verður hann tøkur innan ov langa tíð.
Bárður Danielsen hevði leikbann ímóti B68 seinast, men hann er tøkur til dystin sunnudagin.

Skála-venjarin hevur tí tann luksustrupulleika, at hann veruliga kann velja millum sínar spælarar til dystin sunnudagin.
 
Tveir ivasamir
Hjá ÍF stendur hampuliga væl til. Danski miðvallarin Christian Soelberg hevur ligið sjúkur í vikuni, og hann er ikki heilt komin á føtur aftur. Danjal Pauli Højgaard var eisini burtur vegna sjúku í gjárkvøldið, men í Fuglafirði vóna tey, at báðir verða klárir til dystin sunnudagin.
Ein spælari hevur leikbann, og tað er Frank Poulsen.