Skála helt tørn

Skála megnaði aftur í kvøld at fáa fulla úrtøku. Skála vann 2-0 á B71. Hetta var fyrsta ferðin í hesum kappingarárinum, at B71 ikki hevur fingið stig á útivølli.

Arnhold Berg skoraði til 1-0 við høvdinum, og Alexandur Johansen staðfesti við brotssparki 2-0 Skála sigurin. Brotssparkið varð dømt eftir at Pætur Dam Jacobsen var feldur í B71 brotsteiginum.