Á heimasíðuni hevur Skála boðað frá, at teir tríggir serbisku spælararnir, sum hava spælt á liðnum í ár, eisini halda fram
Tað merkir, at Milic Curcic, Nenad Stankovic og Vlada Filipovic allir verða partur av liðnum hjá Skála komandi ár.
Á heimasíðuni sigur felagið, at teir tríggir allir áttu stóran lut í góðu úrslitunum hjá felagnum í ár, og at tey tí eru fegin um, at sáttmálararnir hjá spælarunum nú eru longdir










