LANDSKAPPINGIN
Nýggja liðið í 1. deild fær sama mótstøðufelag í fyrsta umfarinum í landskappingini, sum teir í fjør høvdu í síðsta umfarinum í 2. deild. Í fjør vunnu teir í 18. umfarinum í 2. deild stórt á heimavølli ímóti KÍ. Eftir endaumfarið ímóti B71 var greitt, at Skála skuldi royna seg í bestu deildini. Sunnudagin 5. mai verður fyrsta uppgávan á skránni. Tá skal Skála á útivølli spæla ímóti KÍ.
Fyri Skála kann avbjóðingin kanska tykjast stór, men uppgávan fer ivaleyst at kennast meiri tyngjandi fyri Kurt Mørkøre og hansara menn. Fyri Skála fer tað neyvan at kennast sum tann stóri skaðin, um teir ikki fáa stig við aftur úr Klaksvík. Fáa teir eitt, so er tað fínt, og fáa vinna teir og fáa øll, so verður tað framúr. KÍ ætlar sær at vera við til at seta dám á landskappingina. Og um tað skal eydnast, so er tað einki sum eitur. Teir mugu fáa øll stigini á heimavølli ímóti uppflytarunum. Fáa teir ikki tað, so verður tað einki minni enn ein skandala.
Hitt nýggja liðið í bestu deildini er ein gamal kenningur. Hjá tvørámonnum kann tað ivaleyst fara at kennast sum ein lykladystur, tá teir í fyrsta umfarinum fáa vitjan av EB/Streymi.
Meistaraliðið úr B36 var í fyrsta umfarinum í fjør í Runavík, har tað endaði málleyst. Nú skulu teir spæla á heimavølli ímóti fyrrverandi liðfelaganum Pól Thorsteinsson, sum nú er við til at manna NSÍ liðið. Hjá Jógvan Martini Olsen man tað neyvan kennast óheppið, at fyrsta royndin hjá hansara monnum verður á útivølli ímóti B36. Um NSÍ fær stig burturúr, er tað væl klárað. Um teir tapa, so er tað væl at liva við.
Allir dystirnir í fyrsta umfarinum eru sera áhugaverdir: B68 fær vitjan av HB, GÍ og Popczynski fáa vitjan av VB.
Síðsta umfarið í 1. deild er ásett at vera leygardagin 5. oktober. Hvar tað fer at verða telvað um FM og Europa Cup pláss, og har stríðið fer at vera um at sleppa undan niðurflyting, kann hvør einstakur gera sær sínar metingar um. Dystirnir verða hesir: EB/Streymur?GÍ, TB?HB, B68?Skála, KÍ?NSÍ og B36?VB.
B71 í Gundadali
Fyrsta umfarið í 2. deild verður leygardagin 4. mai, og síðsta umfarið verður leygardagin 28. september.
Í fjør fluttu B71 og FS Vágar niður úr 1. deild. Báðir niðurflytararnir fara í ár at leggja fyri á útivølli. B71 skal spæla í Gundadali ímóti B36, sum tíðliga á árinum, tá tað framvegis eru nógvir, sum venja nógv, tí teir vóna at vinna pláss í 1. deild, plagar at hava eitt gott 2. lið. FS Vágar skal spæla í Klaksvík. Í fjør legði KÍ bragdliga fyri í 2. deild.
Hinir dystirnir verða hesir: Sumba?LÍF, ÍF?NSÍ og VB?HB.
Í síðsta umfarinum verður spælt soleiðis: B71?VB, B36?LÍF, Sumba?NSÍ, ÍF?FS Vágar og KÍ?HB. Bara fimm lið kunnu flyta upp, og í síðsta umfarinum verður tað bara í dystinum millum ÍF og FS Vágar, at bæði liðini kunnu hava teoretiskan møguleika at flyta upp.