Skála er í arbeiðsklæðunum

Klaksvíkingar verða noyddir at arbeiða serliga nógv, um tað skal eydnast at vinna nakra úrtøku, ímóti Skála

Eftir fleiri ferðir at hava mist á stokkinum eydnaðist tað fyri góðari viku síðani Skála at vinna 1-0 í Fuglafirði. Á Skála skatta teir henda sigurin rættiiga nógv:

-Nú eru vit fimm stig frá niðurflytingarplássi. Vit avskriva ongan, sum hevur møguleika at yvirliva. Men tað er eingin loyna, at sigurin í Fuglafirði kom væl við. Vit vóna framvegis, at tað fer at eydnast okkum at vinna kappingina millum tey fimm niðaru. Um tað skal eydnast, so skulu vit helst viðhvørt vinna stig ímóti teimum fremstu, og tað hava við nú møguleika fyri. Eftir KÍ skulu vit spæla ímóti Víkingi og NSÍ. Hetta kappingarárið hevur higartil verið eyðkent av, at vit hava arbeitt nógv og verið rættiliga væl skipaðir. Soleiðis verður tað eisini ímóti KÍ, sigur Skála miðvallarin Pætur Dam Jacobsen.

Í Skála hópinum resta framrættaði Jákup Johansen, sum hevur brotið fótin, Michal Przybylski, sum bíðar eftir loyvum, og Óavur Mikkelsen, ið er plágaður av skaða í knænum.

 

 

Jonas Flindt Rasmussen, KÍ liðformaður, verður ikki við á Skála ídag. Hann er leikbannaður:

-Tølini siga, at tað er í framrættaða partinum, at tað hevur verið striltið hjá okkum. Vit hava ikki skorað so nógv mál í ár, sum vit skoraðu eitt nú í fjør. Spælið hevur ikki verið so gott, sum tað var í fjør, men vit arbeiða nógv, og tað hevur higartil givið úrtøku.

KÍ liðformaðurin heldur fram:

-Vit mugu vóna, at tað fer at ganga fyri seg eftir okkara fyritreytum. Tað vil siga, at í dag skulu ansa eftir, at Skála ikki fær høvi at fara í skjót mótálop. Í teimum eru skálamenn stinnir samstundis, sum teirra lið er sera væl skipað í verjupartinum. Tí er tað lagt upp til, at vit skulu arbeiða nógv og hart, og tað er einki sum eitur. Um vit skulu hava møguleika at kappast um plássini, ið bera altjóða luttøku við sær, so skulu vit á Skála seinnapartin dríva á, sigur KÍ liðformaðurin.

 

Burtursæð ffá Jonas Flindt Rasmussen, sum ikki er tøkur orsaka av leikbanni, so er Atli Danielsen ikki tøkur orsaka av skaða. Páll A. Klettskarð hevur runnið og vant nakað, eftir at hann hevur sitið skaddur uttanfyri. Tað er rættiliga ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla ídag.

 

Hørður H. Askham og Semir Hadzibulic eru tøkir aftur, eftir at teir í javnleikinum ímóti Víkingi á summarfestivalinum vóru leikbannaðir.