Skála aftur í ongamannalandi

Upptakt: Ætlanin var, at tað skuldi eisini verða stuttligt eftir summarferiuna

Í morgin klokkan 17 spælir Skála á heimavølli móti ÍF í 16. umfari í Betri deildini hjá monnum. Skála hevur síðani uppflytingina í 2015 verið millum tey liðini, ið at kalla einki hava at spæla fyri móti kappingarenda. Hetta tí liðið er langt frá toppinum og botninum, men í ár var ætlanin at tað skuldi verða øðrvísi. 

- Í fjør hevur Víkingur eitt vánaligt ár, men endar tíggju stig frammanfyri okkum. Síðani eru 12 stig upp til KÍ á fjórða plássi. Vit droyma um at minka um gloppið, og at hava nakað at spæla fyri í seinnu hálvu, men tað er langt á mál. Higartil hava vit ikki verið nær við og tað stórur fíggjarligur munur á feløgunum, segði Ólavur Mikkelsen við FSF-blaðið undan kappingarbyrjan.

##med2##

Nú er Skála aftur har, sum tað hevur verið seinastu trý árini. Tað eru 12 stig upp til HB á fimta plássi og 13 stig niður til niðurflytingarstrikuna. Søren B. Nielsen er givin í felagnum. Danski áleyparin hevur ein fótskaða, ið heldur fram at órógva. Í hansara stað er Aksel B. Danielsen leigaður.

Seinast liðini spældu vann Skála 3-0 í Fløtugerði í Fuglafirði. Dómari verður Eiler Rasmussen.

Betri deildin menn 16.umfar:

Leygardagin 27. juli

HB-TB (15.00) Beinleiðis á FM1

Skála-ÍF (17.00)

AB-EB/Streymur (18.00) Beinleiðis á FM1

Sunnudagin 28.juli

B36-Víkingur (18.00) Beinleiðis á FM1

KÍ-NSÍ (útsettur til 18. september)