Skókastarin sleppur leysur

Iraklski tíðindamaðurin Muntazer al-Zaidi gjørdist heimskendur, tá hann á einum tíðindafundi lat seg úr skónum og blakaði teir eftir táverandi amerikanska forsetanum George W. Bush, sum var á vitjan í Bagdad. Hann rakti kortini ikki, sí Bush var knappur at skáka sær undan skónum.

Muntzer bleiv tikin alt fyri eitt og seinni dømdur í fongsul fyri at hava vanærað ein fremmandan ríkisleiðara.

Men nú sleppur hann úr fongslinum. AFP skrivar úr Bagdad, at Muntazer al-Zaidi verður latin leysur í morgin.