Skýggini koma inn yvir okkum nú

Eitt hátrýst mennist í ein útsynning úr Íslandi. Tað gevur okkum eitt veikt rák av norðri av støðugari og lýggjari luft. Um vikuskiftið fer hátrýstið eitt skifti eitt vet í ein sunnan og rákið verður tí vestan. Mánadagin kemur aftur eitt rák av eystri, frá einum hátrýstið yvir Norðhavinum.

 

Veðrið í dag

Lot til gul av landnyrðingi, 2 til 5 m/s. Yvirhøvur skýggjað og í støðum mjørki, serliga við strendur, ið venda í ein landnyrðing og norðan, annars sær sólin seinni. Hitin um dagin millum 9 og 14 stig, í nátt niður í eini 8 stig.

 

Í morgin

Lot til andøvsgul av landnyrðingi, seinni útnyrðingi og síðani vestri, 2 til 7 m/s. Turt og yvirhøvur skýggjað og mjørki í støðum. Hitin um dagin um 10 stig, um náttina niður í 8 stig.

 

Sunnudagin

Lot til andøvsgul av vestri, 2 til 7 m/s, seinni landnyrðingi. Turt og sólglottar. Hitin um dagin millum 10 og 15 stig, um náttina millum 5 og 8 stig.

 

Mánadagin

Lot til andøvsgul av landnyrðingi, 3 til 8 m/s. Turt og yvirhøvur skýggjað, men møguliga klárar í onkra løtu. Hitin millum 7 og 12 stig.

 

Týsdagin

Lot til andøvsgul av eystri og landsynningi, 3 til 8 m/s. Turt og yvirhøvur skýggjað, men onkra løtu klárar møguliga í. Hitin millum 7 og 12 stig.

 

Mikudagin

Lot til andøvsgul av eystri og landsynningi, 3 til 8 m/s. Turt og yvirhøvur skýggjað, men tað klárar møguliga í onrka løtu. Hitin millum 7 og 12 stig.