Tíðinsskrivið frá Skógfriðingarnevndini er soljóðandi:
»Næmingaráðið á Studentaskúlanum í Hoydølum, og eitt valevni til býráðsvalið í Havn, hava í miðlunum umrøtt parkeringsviðurskiftini við Studentaskúlan í Hoydølum. Í hesum sambandi løgdu teir beinleiðis og óbeinleiðis skógrøktina/skógfriðingarmyndugleikan undir at hava forðað fyri eini loysn á parkeringsviðurskiftunum.
Lat meg beinanvegin sláa fast, at Skógfriðingarnevndin hvørki hevur ella fer at forða fyri at loysa atkomu- og parkeringsviðurskiftini í Hoydølum á ein skynsaman hátt.
Tá ætlanin tók seg upp at bøta um atkomu- og parkeringsviðurskiftini fyri nøkrum árum síðani, varð skógfriðingarmyndugleikin umboðaður í einum arbeiðsbólki, sum skuldi koma við uppskoti til eina loysn. Arbeiðsbólkurin var samdur um at finna eina nøktandi og hóskiliga loysn; sjálvandi undir teirri sjálvsøgdu fortreyt, at neyðug atlit vórðu víst náttúruni og teimum serstøku lendisviðurskiftunum í Niðastu Hoydølum.
Arbeiðsbólkurin umrøddi eina skynsama loysn við ábótum á omankoyringina frá Hvítanesvegnum og við einum lítið ásýniligum vegi tvørtur um fløtuna – í samljóð við lendið og við náttúruna. Hugsanin var at leggja vegin tvørtur um fløtuna sunnan fyri trøini við gomlu krokkplenuni og yvir móti gamla skúlabygninginum á ein dúk fyri at skala lendið sum minst. Týdningarmikið var somuleiðis, at hesin teinurin ikki gjørdist eitt ásjónligt inntriv ella hevði neiligar avleiðingar fyri vøllin og havan framman fyri Gamla hús. Umrøtt varð at skipa sjálvt parkeringsplássið á fløtuni við eystur/suðurendan á skúlanum.
Arbeiðsbólkurin var fullgreiðir yvir, at vegateknisk og landslagsfaklig vitan máttu samstarva á jøvnum føti fyri at gera uppskotið liðugt, og at verkætlanin skuldi viðgerast hjá avvarðandi myndugleikum fyri at fáa neyðugu loyvini, tað merkir hjá Skógfriðingarnevndini, Yvirfriðingarnevndini og Tórshavnar kommunu.
Men áðrenn arbeiðsbólkurin var liðugur við arbeiðið, fór Landsverk til eina verkfrøðingastovu at fáa gjørt liðugt uppskot. Og tann verkætlanin vísti als eingi fyrilit fyri teimum serstøku náttúru- og lendisviðurskiftunum, sum eru í Niðastu Hoydølum. Harumframt fór Landsverk at gera vegin, uttan at neyðugu loyvini yvirhøvur vóru fingin til vega.
Skógfriðingarnevndin boðaði Landsverki frá, at hon góðtók ikki uppskotið. Somuleiðis heitti nevndin á Tórshavnar kommunu um at steðga arbeiðinum, til tey neyðugu loyvini vóru fingin. Byggivaldið hjá Tórshavnar kommunu var púra samt við skógfriðingarmyndugleikan, tí kommunan steðgaði arbeiðinum, og Landsverk fekk boð um at rudda upp eftir sær.
Tað er tí einans tí heldur óstortsligu framferðini hjá Landsverki at takka, at stigið at bøta um ferðslu- og parkeringsviðurskiftini við Studentaskúlan kollsigldi. Síðani er málið ikki tikið uppaftur. Men ætla skúlamyndugleikarnir at loysa atkomu- og parkeringsviðurskiftini við Studentaskúlan í Hoydølum, er Skógfriðingarnevndin sjálvandi sinnað at verða við at finna eina skynsama loysn.«
Jóhann Mortensen
formaður Skógfriðingarnevndarinnar









