Skógareldar í Spania

Í Spania fáa sløkkiliðsmenn hjálp frá bæði flogførum og tyrlum til at basa fleiri stórum skógareldum, sum herja fleiri hundrað hektarar av skógi í Catalonia har norðuri í landinum.

Teir fyrstu skógareldarnir kyknaðu í gjár, og nógvur vindur hevur gjørt, at teir hava breitt seg skjótt og herja nú millum annað stór umráði í Girona, haðani myndugleikarnir hava flutt umleið 100 fólk burtur.

Sponsku veðurmenninir siga, at vindurin fer at minka, og tí vóna sløkkiliðini, at tað fer at bera til at basa eldinum, og at fólk kunnu sleppa aftur til hús.

Hesin veturin hevur verið tann turrasti í Spania í meiri enn 60 ár.