Skógareldarnir eru serliga ógvusligir á Peloponnes, har 37 fólk hava latið lív Griksku myndugleikarnir bera ótta fyri, at talið á deyðum fer at veksa, so hvørt sum bjargingarliðini sleppa til bygdir, sum eru avbyrgdar.
Bjargingartænastan sigur, at nóhvastaðni eru fólk vorðin frá sær sjálvum. Mong seta seg í bilin og royna at flýggja undan skógareldunum, og bjargingarlið hava funnið níggju bilførarar, sum vóru deyðir, tí eldur var komin í bilarnar.
Tað hevur verið ógvuliga heitt og turt í Grikkalandi í summar, og nógvur vindur ger tað trupult hjá sløkkiliðunum at fáa tamarhald á skógareldunum, skriva tíðindastovurnar.