Sjúrður hitti Mette við gávu og krøvum

Samráðingarnar um nýggja stjórn í Danmark halda fram, og í morgun hitti Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, Mette Frederiksen á øðrum sinni til samráðingar.

Tað skrivar Javnaðarflokkurin á Fólkatingi í tíðindaksrivi.

 

Við á fundin hevði Sjúrður nøkur ynski, um hvussu grundarlagið undir eini komandi stjórn skal síggja út, tá tað snýr um viðurskifti viðvíkjandi Føroyum:

 

– Eg sigi tað sama nú, sum eg havi sagt allatíðina: Mín stuðul er ikki til sølu. Tí brúki eg hendan møguleikan at skapa forstáilsi fyri føroyskum sjónarmiðum. Og fyri at undirstrika, at vit í Javnaðarflokkinum sjálvandi vænta, at føroyskir myndugleikar ikki bara verða tiknir upp á ráð í uttanríkis- og verjupolitiskum samanhangi, men eisini hava síðsta orðið í øllum avgerðum, sum viðvíkja Føroyum.

 

Mette Frederiksen fekk eisini eina gávu í sambandi við hennara føðingardag. Eitt sindur soleiðis er politikkur, sigur Sjúrður Skaale:

 

– Politikkur er at geva at taka. At seta krøv og at geva seg. Umframt eitt føroyskt turriklæði fekk Mette Frederiksen eitt eintak av bókini 2000: Tá Føroyar skuldu loysa. Sum ein áminning um, hvussu galið tað kann ganga, tá samstarv og dialogur ikki verða raðfest, og tá tað ikki valdar virðing millum partarnar, skrivar Javnaðarflokkurin á Fólkatingi í tíðindaskrivinum.

 

Stjórnarsamráðingar væntast at halda fram komandi vikurnar.