Sjúrður boykottaði frikadellurnar

- Eg vildi vísa á, at vit hava ein trupulleika við ríkisfelagsskapinum.

 

Soleiðis sigur føroyski fólkatingslimurin Sjúrður Skaale við donsku avísina Nordjyske Stiftstidende í dag, um hví hann ikki át frikadellurnar, ið vórðu borðreiddar á summarfundinum hjá Sosialdemokratunum í gjár. Søgan um Sjúrð Skale og frikadellurnar eru á forsíðuni á donsku avísini í dag.

 

Tá Danmark velur at luttaka í boykottinum av føroyskari sild og makreli, so vildi Sjúrður Skaale heldur ikki eta danskar frikadellur á summarfundinum, sum var á Marienborg í Keypmannahavn í gjár.

 

Sambært donsku avísini vildi Sjúrður Skaale ikke eta frikadellurnarnar, ið vóru at fáa, meðan øll hini, ið vóru til staðar, ótu frikadellurnar. Danski Forsætisráðharrin, Helle Thorning-Schmidt, hevur annars fleiri ferðir í seinastuni nevnt verið úti alment og nevnt týdningin av frikadellunum í sambandi við kjakið um halaslaktað djór.

 

- Tey borðreiddu sjálvandi við frikadellum, sum er ógvuliga politiskt rætt at eta í hesum døgum. Eg haldi, at øll fingu sær hesa frikadellurnar, júst tí tað er politiskt rætt. Nú eru vit so í tí óhepnu støðu, at Danmark er við til at boykotta innflutningin av sild og makreli úr Føroyum, og tað verður ein dyggur smeitur fyri Føroyar. Tí át eg ikki frikadellurnar. Tað var ein greið politisk fráboðan um, at vit hava ein trupulleika í ríkisfelagsskapinum. Tí vildi eg ikki laga meg eftir Helle Thorning-Schmidt, sum sigur, at vit skulu eta frikadellur, sigur Sjúrður Skaale við Nordjyske Stiftstidende.