Fyri løtu síðani legði Sjúrðarberg at í Klaksvík. Hann er komin úr Barentshavinum, har hann hevur roynt í russiskum sjógvi. Tá ið hann kom suður ígjøgnum Kalsoyarfjørð og inn á Pollin, sæst, at tað hevur gingist væl. Sjúrðarberg rundaði Klakkin 4. november, og veiðan er umleið 710 tons av kruvdum og avhøvdaðum toski.
17 menn vóru við Sjúrðarbergi henda túrin, og skipari var Ásmundur Olsen, ættaður úr Svínoy.
Teir fóru at sigla tveir dagar undan jólum, og veðrið á heimferðini hevur verið misjavnt.
-Jólaaftan var tað heilt hampuligt, men jóladagarnar var tað stak buldraligt. Í nátt og í morgun var væl frægari, sigur skiparin stutt eftir, at Sjúrðarberg hevur lagt at uttarlaga á vestara havnarlagnum í Klaksvík.
Myndina hevur Regin Olsen tikið.










