Sjurður Heinesen eigur blaðnavnið

Blaðið, sum Føroya Skipara-og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið fara at geva út í felag, fær navnið Mið & Magn Í summar samtyktu Føroya Skipara-og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið at fara undir felags blaðútgávu.

Í sambandi við útgávuna skipaðu feløgini fyri kapping, sum hevði til endamáls at finna blaðnum eitt hóskandi navn, sum kann umboða samleikan hjá báðum feløgunum.

Freistin at koma við uppskotum var úti 18. august, og tá høvdu feløgini fingið tilsamans 18 uppskot.

Feløgini siga, at fleiri av uppskotunum vóru góð, men best dámdi teimum uppskotið hjá Sjúrða Heinesen, sum soleiðis fekk virðislønina á 15.000 krónur fyri navnið Mið & Magn.

- Talan er um tvey ymisk yrki, sum feløgini umboða, og eg havi roynt at finna eitt heiti fyri hvørt yrki og havi síðan sett tey saman.

Sjúrður Heinesen sigur við heimasíðuna hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag, at nógv ymisk heiti kundu verið til eitt slíkt felagsblað, men at hann í leitanini eftir rætta navninum eisini hevur roynt at funnið orð, sum eru løtt at siga.