Sjúkrarøktarfrøðingarnir vrakaðu semingsuppskotið

Verfallið heldur fram, semingsroyndin er miseydnað

Sjúkrarøktarfrøðingarnir vrakaðu í dag semingsuppskotið. Tingini hava ikki flutt seg til okkara fyrimun, tí vrakaðu vit uppskotið, sigur Óluvá í Gong, forkvinna hjá sjúkrarøktarfrøingunum, við Kringvarpið.

Hon sigur, at tey ikki kundu góðtaka uppskotið, tí at tingini ikki hava flutt seg teirra veg.

Hon sigur eisini, at verkfallið nú heldur fram, hóast Løgtingið hevur tikið ræðisrættin frá sjúkrarøktarfrøðingunum. 

Jan Mortensen, leiðari á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum sigur, at við Kringvarpið, at Fíggjarmálaráðið góðtók uppskotið, og at motparturin vrakaði tað. 

– – Hetta uppskotið hevði ein munandi mun í mun til tað fyrra semingsuppskotið, sigur hann og vísir á, at tíbetur eru tryggjað undantøk, so lív og heilsa ikki koma í vanda.

– So mugu vit taka tað harfrá, segði hann við Kringvarpið.

Greitt er, at semingsstovnurin ikki gera meira við málið, fyrr enn hann fær eina ítøklliga áheitan frá pørtunum.