Sjúkrarøktarfrøðingar stórar avbjóðingar

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ger í hesum døgum eitt sindur burturúr, at 25 ár eru liðin, síðani felagið varð sett á stovn sum føroyskt felag, eftir at sjúkrasystrar undan tí høvdu havt limaskap í danska felagnum.

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar telur 900 limir, sum bæði eru útbúnir sjúkrarøktarfrøðingar ella sjúkrarøktarfrøðilesandi, og tey 25 árini vórðu markerað við stórum temadegi í gjár, sum var sjálvur dagurin.

Hoyr samrøðu við Óluvu í Gong, forkvinnu í felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, við at trýsta á pílin undir myndini.