Sjúkrarøktin herðir aftur verkfallið

Enn einaferð herðir Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Vísandi til avtalu frá 1. juli 2014 millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar um fráboðanarform og fráboðanarfreist undan arbeiðssteðgi, verður hervið boðað frá arbeiðssteðgi fyri allar sjúkrarøktarfrøðingar, deildarleiðarar/funktiónsleiðarar og varaleiðarar/toymisleiðarar frá fríggjadegi 13. oktober 2023 kl. 08:00, ið arbeiða á niðanfyri standandi deildum:

 

Klaksvíkar Sjúkrahús:

• Almen kirurgisk ambulatorie

• Ortopædisk ambulatorie

• Urologisk ambulatorie

• Svøvn ambulatorie

 

Suðuroyar Sjúkrahús:

• Kardiologisk starvsstova

• Pínuklinikk

• Ambulant virksemi á skurðgongini