Sjúkrahúsverkið hart rakt av sparingum

Seinastu árini hevur Sjúkrahúsverkið verið fyri stórum sparingum. Hetta hevur rakt Sjúkrahúsverkið meint.

Arbeiðsumstøðurnar hjá starvsfólkunum nógva staðni eru ótolandi og ikki minni ótolandi eru viðurskiftini fyri sjúklingarnar. Sparingarnar hava m.a. haft við sær, at sjúklingarnir í nógv størri mun enn áður, verða skjótari útskrivaðir og hava tørv á Heimarøktini.

Á Landssjúkrahúsinum er hølisumstøðurnar og arbeiðsviðurskiftini sum heild sera vánalig orsakað av sparingum. Seinastu árini eru bæði starvsfólk og sjúklingar á hvørjum árið um jóltíðir tiknir sum gíslar, tá sparingar skuldu fremjast. Hvør minnist ikki seinasta dømi, tá Pensionatið á Psykiatrisku deild skuldi steingja um jólini. Hetta skal ikki endurtakast, vit kunnu ikki góðtaka slíka framferð, hvørki fyri sjúklingar ella starvsfólk. Sum borgarar í hesum landi krevja vit trygg viðurskifti innan Sjúkrahúsverkið.

Tjóðveldisflokkurin vil endurskoða Sjúkrahúsverkið og tryggja, at vit aftur fáa eitt vælvirkandi sjúkrahúsverk. Neyðugt er, at menna starvsfólkið og fakliga umhvørvið soleiðis, at starvsfólkið trívist og mennist til gagn fyri sjúklingarnar. Aðalmálið er, at borgararnir fáa skjóta og trygga viðgerð, eisini í nærumhvørvinum, á teimum lokalu sjúkrahúsunum.

Landssjúkrahúsið skal virka sum sentralsjúkrahús og á tann hátt eisini menna lokalu sjúkrahúsini. Psykiatrisk deild er bert á Landssjúkrahúsinnum, og umráðandi er somuleiðis, at menna hendan partin av sjúkrahúsverkinum aftur, soleiðis at tey sálarliga sjúku í samfelagnum fáa mannsømiliga og trygga viðgerð.


Í skipaðu loysingini vil Tjóðveldisflokkurin taka upp samráðingar við Danmark og onnur lond um framtíðarsamstarv m.a. um sjúkrahúsmál. Tjóðveldisflokkurin tryggjar eitt vælvirkandi sjúkrahúsverk og neyðugt samstarv um sjúkrahúsviðgerð við onnur lond.


Ingrid Jensen

Tjóðveldisflokkurin