Á hvørjum ári skipar Lions Club Tórshavn fyri jólahugna í plantasjuni í Havn, har yvirskotið verður latið til eitt vælgerandi endamál.
Í ár varð sum vanligt skipað fyri tiltakinum fyrsta sunnudag í advent, har nógv varð gjørt burturúr at pynta plantasjuna við ljósum, báli og øðrum, meðan fólk høvdu møguleika at keypa ymisk, ið hoyrir jólini til.
Avgjørt varð frammanundan, at yvirskotið skuldi latast til sjúklingahotellið Tórshavn, og nú er gávan handað.
Tilsaman eydnaðist at savna 38.000 krónur til sjúklingahotellið. Peningurin skal brúkast til keyp av venjingarútgerð.










