Sjúkan er ein óboðin gestur

- Parkinson er sum ein óboðin gestur, sum tú mást læra at liva við, sigur Elis Poulsen

- Parkinson er sum ein óboðin gestur, sum tú mást læra at liva við.

 

Soleiðis sigur ein av Føroya kendastu útvarpsvertum, Elis Poulsen. Í november mánaði fekk hann staðfest álvarsomu sjúkuna Parkinson.

 

- Fólk hava tosað nógv um, hvat feilar mær, tí tey bæði hoyra og síggja á mær, at alt ikki er, sum tað plagar. Tí velji eg at fortelja alla søguna nú, sigur Elis Poulsen.

 

Í seinnapartssendingini á Rás2 í dag greiðir Elis Poulsen frá hvøkkinum, hann fekk, tá sjúkan bleiv staðfest, og hvussu hann roynir at læra seg at liva við henni.

 

Rás2 Seinnapartur byrjar klokkan 13.