Sjóvinnustýrið kann ikki krevja Anitu til lands

Sjóvinnustýrið hevur onga heimild at krevja skipið til lands, hóast ein deyðsvanlukka er hend umborð, ásannar Hans Johannes á Brúgv. Skipið er væntandi sunnudagin

 

Sjóvinnustýrið hevur onga heimild at krevja garnaskipið Anitu til lands, hóast ein deyðsvanlukka er hend umborð, ásannar Hans Johannes á Brúgv.

 

Sjóvinnustýrið er partur av sjófrágreiðingini, sum skal gerast í samband við vanlukkuna umborð. Eisini skal stovnurin sum myndugleiki kanna umstøðurnar umborð á Anitu.

 

Hans Johannes á Brúgv upplýsir, at klassaeftirlit var umborð á Anitu hálvan januar. Eftirlitið varð gjørt í Spania, og sambært stjóranum á Sjóvinnustýrinum var einki at finnast at. Eitt nú er bjargingarútgerð umborð til alla manningina, sum telur 33.

 

Týskvøldið í síðstu viku fór ein maður fyri borð á garnaskipinum Anitu, sum tá var stødd umleið 180 fjórðingar í útsynning úr Suðuroynni. Hóast leiting varð sett í verk, so er maðurin ikki komin afturíaftur.

 

Trýst her fyri at hoyra samrøðu við reiðaran, Søren Christiansen

 

Sjóvinnustýrið hevur fingið upplýst frá reiðaranum, Søren Christiansen, at Anita kemur til lands sunnudagin. Sjófrágreiðing verður væntandi týsdagin í næstu viku.

 

33 mans eru við Anitu. Manningin er úr Indonesia og Spania, meðan skiparin er føroyingur. 34 ára gamli maðurin, ið fór fyri borð og druknaði týsdagin í síðstu viku, er úr Indonesia.

 

Hoyr samrøðu við Hans Johannes á Brúgv við at trýsta á pílin undir myndini.