Sjóvinnuhúsið!
Tað verður navnið á nýggja bygninginum hjá Tórshavnar Kommunu á Vestaru Vág, har Saltsølan var áður.
Kommunan bað fólkið í kommununi koma við uppskotum um navnið til húsið og inn komu ikki færri enn 150 uppskot.
Heili seks fólk høvdu skotið upp at kallað tað Sjóvinnuhúsið og tí uppskotinum tók Býráðið av.
- Sjóvinnuhúsið fer at húsa smáum og stórum fyritøkum, ið hava eitt hvørt við sjógvin at gera, sigur Býráðið.
At navnaátakið eisini greitt vísti, at fleiri fólk ynskja júst navnið Sjóvinnuhúsið, gjørdi uppgávuna at velja navn enn lættari, sigur Annfinn Hjelm vinnusamskipari hjá Tórshavnar Havn við heimasíðuna hjá kommununi.
- Nógv størv í kommununi hava samband við sjógvin, og nógvar inntøkur verða skaptar umvegis sjógvin. Av tí sama eftirspurningurin eftir at leiga skrivstovuhøli í Sjóvinnuhúsinum longu stórur.
Bygningurin verður ikki liðugur fyrrenn um næstan hálvtannað ár, ella á sumri 2015.
Tá hava fyritøkur í oljuvinnu, frálandavinnu, aling og gransking, virðisøking av fiskavørum, havtøkni, marknaðarførslu, havkanningar, reiðaravirksemi, lívtøkni, ráðgevaravirksemi og KT-menning til sjóvinnu, møguleika at húsast undir somu lon, sigur býráðið.










