Sætta árið á rað hevur sushimatstovan Etika latið eina »grøna gávu« í sambandi við Umhvørvisvikuna hjá Tórshavnar kommunu.
Aftur í ár - sætta árið á rað - hevur Etika latið Grøna Gávau latin onkrum fyri arbeiði til frama fyri umhvørvið. Hesaferð er tað Sjósavnið á Argjum, sum fekk grønu gávuna, sum var upp á 47.450 krónur. Gávan verðurlatin til ein einstakling, eina fyritøku, ein stovn ella ein felagsskap.
Síðani Etika lat upp, sum sushi-matstova í 2009, eru pengarnir frá selda kranavatninum á matstovuni farnir óskerdir til Grønu Gávuna.
Higartil hevur Etika latið góðar 262.000 kr til fimm átøk.
Við Grønu Gávuni í ár kemur henda upphædd uppá gott kr 260.000.
Grøna Gávan hevur ligið millum 40.000 og 50.000 krónur hvørja ferð.
- Etika er ein matstova, sum bjóðar mat so at siga beint úr náttúruni. Tí er tað so avgjørt í okkara áhuga, at vit øll fara væl við náttúruni og hugsa um hana. At lata eina grøna gávu til tey, sum arbeiða fyri betri umhvørvi, hóskar væl til virksemið hjá Etika, sigur Johannes Jensen, stjóri í Etika.
Í dómsnevndini eru umboð fyri Umhvørvisstovuna og umhvørvisdeildini hjá Tórshavnar Kommunu.
Grøna Gávan verður handað samstundis, sum Tórshavnar Býðráð handar sína Grønu Virðisløn.
Grøna Gávan er higatil latin til hesi fimm átøkini:
2010 Finnbogi Joensen, kr 33.088 fyri sítt grøna arbeiði í Vestmanna
2011 Føroya Prent, kr 42.320 fyri at planta trø
2012 Anna Louisa Joensen, kr 45.644 í arbeiðnum at varðveita føroyska rossi
2013 Reinhaldið í Tórshavn, kr 46.094 fyri at halda býin reinan
2014 Spískamarið, kr 46.970 fyri at seta fokus á umhvørvi hjá okkum sjálvum
2015 Sjósavnið, kr 47.450 kr
Sí fleiri myndir av Vaglinum í Havn í morgun niðanfyri:










