Sjónveik hava søluframsýning í Smiðjuni í Lítluvík

- Alt er dygdarvørur, sum brúkarar hjá Sjóndeplinum hava virkað, sigur Joana Bjarnastein, vevlærarinna.

Sjóndepilin fer at hava søluframsýning í Smiðjuni í Lítluvík í døgunum frá fríggjadegnum 28. februar til og við týsdagin 4. mars.


Tá framsýningin letur upp, fer Niels Olsen, sum er kendur úr Vestmonnum, at seta sín dám á løtuna við harmonikutónum.


Joana Bjarnastein, vevlærarinna hjá Sjóndeplinum, sigur, at søluframsýningin letur upp 28. februar klokkan 17.


- Síðan verður opið leygardagin 1. mars frá klokkan 10-18, sunnudagin 2. mars frá klokkan 14-18, og mánadagin og týsdagin, 3. og 4. mars, frá klokkan 10-18.


Hon vísir á, at tað, sum brúkarar hjá Sjóndeplinum fara at sýna fram og selja í Smiðjuni í Lítluvík, er alt virkað á verkstøðunum á Íslandsvegnum 10A og í Traðabrekku 1 í Havn.


- Vit fara at hava ymisk vovin pløgg, eitt nú dúkar, viskustykki, hálsaturriklæði og skjúrtastykki til føroysk klæði við á framsýnigini. Vit fara eisini hava hava ymiskt úr træi, eitt nú skamlar, krakkar og stólar umframt ymiskar vørur úr horni.


Joana sigur, at alt er dygdarvørur og dygdarhondverk, sum brúkarar hjá Sjóndeplinum hava virkað.


- Áðrenn handilin hjá Sjóndeplinum í Traðabrekku læt upp, høvdu vit av og á søluframsýning í Smiðjuni í Lítluvík, og nú fara vit so at royna hetta aftur.


Hon sigur seg vóna, at søluframsýningin fer at fáa góða undirtøku - til gleði fyri brúkarar og starvsfólk á Sjóndeplinum.


- Øll, sum arbeiða á verkstøðunum hjá okkum, hava skerdan førleika orsakað av veikari sjón, men kortini megna hesi fólk at evna vakrastu pløggini og lutirnar.


Joana Bjarnastein sigur, at tað er initiativið hjá brúkarunum sjálvum, at Sjóndepilin nú fer at hava søluframsýning í Smiðjuni í Lítluvík.