Tað eru Edward Olsen, leiðari á kokkaskúlanum, og Arne Muller, ið millum annað eigur matstovuna Gepetto, sum standa aftanfyri stóra sjálvtøkuborðið. Ætlanin er at gera 20-25 rættir úr fiskum og øðrum, sum fæst úr føroyska sjónum.
Tað eru sera nógv ið eru við uppá hetta tiltaki, og kokkarnir hava fingið fisk frá fleiri bátum, og fiskavirkjum.
- Ein av teimum pelagisku trolarunum hevur fingið ein tunfisk í troli, sum vit fáa, og í dag hava vit fingið góða havtasku frá bátinum Guðrun, sigur Karl Birgir Isaksen, ein av stigtakarunum til fiska sjálvtøkuborðið.
Stóra sjálvtøkuborðið verður leygardagin á Sjómannadegnum, og Edward og Arne eru í dag farnir í gongd við fyrireikingarnar.
- Fyrireikararnar eru í dag slopnir at royna ein rætt, ið verður við á sjálvtøkuborðinum, og tað smakkaði einanstandi væl, so tað eru vit sera spentir uppá, sigur Karl Birgir.
10 ár eru nú liðin síðani tann fyrsta sjómannadagin, og tað hevur verið ætlanin í mong ár at fáa hetta stóra fiska sjálvtøkuborðið á skránna, og í ár verður hetta enduliga veruleiki.
- Vit vilja so fegin vísa hvussu nógv gott kemur úr sjónum, og hvussu leskiligt tað kann gerast, og tí er tað eisini so stuttligt at síggja hvussu mong stuðla okkum í hesum, sigur Karl Birgir.










