ROYKUR. Fær ES eitt nýtt direktiv ígjøgnum, kunnu roykjarar vænta at síggja nýggjar og meira ógvusligar ávaringar á sigarettpakkunum framyvir.
Myndir av brendum tonnum og svørtum lungum vera kanska nýggja sjokkávaringin ímóti royking, og fær ES sín vilja fara 40% av sigarettpakkunum framyvir at verða prýddir við ávaringum. Í løtuni er kravið, at í minsta lagi 4% av pakkunum er merkt við ávaring ímóti heilsuvandunum, sum stendst av royking.
- Um veruligar myndir av brendum tonnum og svørtum lungum kunnu sannføra fólk um vandan við royking, so mæli eg til, at hesar ávaringar verða prentaða í litum á allar sigarettpakkar í Bretlandi, sigur heilupolitiski orðførarin hjá bretska Labour-flokkinum, Catherine Stihler.
ES-Parlamentið viðger nú uppskotið, og ein av fylgjunum av nýggja direktivinum kann eisini vera, at merkingar sum light og ultralight verða bannaðar.